Geirar

Uppbýtið av búskapinum í tjóðarroknskapinum hevur millum annað til endamáls at lýsa bæði tað funktionella býtið (sí vinnugreinar) og býtið av stovnsligum eindum í geirar, har búskaparliga atferðin er avgerandi fyri, hvønn geira ein stovnslig eind hoyrir heima í. Búskaparliga atferðin er treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap umframt slagi av framleiðslu, millum annað um talan er um framleiðslu av fíggjartænastum ella onnur framleiðsla.

Geirabýtið bólkar yvirskipað allar stovnsligar eindir í 5 innlendskar geirar.

  1. Ikki-fíggjarlig feløg eru allar eindir, sum framleiða vørur og ikki-fíggjarligar tænastur til marknað. Í hesum geira eru bæði privat feløg og eindir undir almennum ræði.
  2. Fíggjarlig feløg eru allar eindir, ið framleiða fíggjarligar tænastur, m.a. peningastovnar, tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, til marknað. Í hesum geira eru bæði privat feløg og eindir undir almennum ræði.
  3. Almenn fyrisiting og tænasta eru eindir undir almennum ræði, ið framleiða tænastur til einstaklings- og felagsnýtslu uttan fyri marknað.
  4. Húsarhald framleiða vørur og tænastur til marknað og egna nýtslu. Brúkararnir eru aloftast løntakarar, móttakarar av veitingum o.a. Sjálvstøðug vinnurekandi verða bólkað sum húsarhald, um so er, at fyritøkan ikki er ein fíggjarlig eind í sjálvum sær. Øll framleiðsla, sum er til egið brúk, er eisini partur av hesum geira.
  5. Felagsskapir eru eindir, ið framleiða til einstaklingsnýtslu uttan fyri marknað við øðrum endamáli enn at skapa vinning. Talan er her um m.a. ítróttafeløg og aðrar fríðtiðarfelagsskapir umframt kirkjuna.

Hesir geirar tilsamans mynda føroyska heildarbúskapin. Tær búskaparligu eindirnar, ið innlendis búskaparligu eindirnar hava viðskifti við, og sum ikki hava sítt høvuðsvirksemi í Føroyum, verða bólkaðar undir "umheiminum", ið er geiri fyri seg.

Allar kontur í tjóðarroknskapinum innihalda hetta geirabýtið, og m.a. bruttovirðisøkingin verður býtt á geirar.

Orðalýsingar:

  • Ársins prísur (eisini nevnt nominellur prísur) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
  • Bruttovirðirsøkingin er bruttotjóðarúrtøkan í støðisprísum. Verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann bruttovirðisøkingin eisini gerast upp sum bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.
  • Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av framleiðsluslag, høvuðsvirksemi, høvuðsuppgávu og fígging. Høvuðsgeirarnir í innlendska búskaparøkinum eru nevndir omanfyri. "Umheimurin" er geiri fyri seg.
  • Vøruskattir, netto eru flytingar frá innlendskum framleiðarum til almenna fyrisiting og tænastu sum skattir og avgjøld, ið eru knýtt at vøruni ella tænastuni, t.d. meirvirðisgjald og punktgjøld.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir