Dátuvøruhús-mennari

Vilt tú vera við til at flyta Føroya mest fjølbroytta dátuhús fram á næsta stig á talgildu leiðini og styrkja vitanina um føroyska samfelagið?

Okkara dátuvøruhús er kjarnan í dátuviðgerðunum. Tað hýsir yvir 3.000 talvum og fevnir breitt tvørtur um føroyska samfelagið. Vit eru farin undir at menna og skipa enn fleiri dátuøki. Vit søkja tí eftir einum dugnaligum dátuvøruhús-mennara, sum kann lyfta hesa avbjóðandi uppgávu saman við okkum.

Tú kemur í høvuðsheitum at menna okkara end-to-end dátupipelines, har vit savna inn og viðgera dátur, sum at enda verða givin út sum hagtøl á heimasíðu okkara.

Vit arbeiða eftir agilum mannagongdum, ið fylgja altjóða leisti innan hagtalsviðgerð.
 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. cand.it, verkfrøðingur ella datalogur - ella samsvarandi royndir. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir at menna dátuvøruhús og ETL-mannagongdir - serliga við MS SQL Server og tilhoyrandi Integration Services (SSIS) og Analysis Services (SSAS). Hevur tú royndir við BI-amboðum, serliga Power BI, er hetta eisini ein fyrimunur.

Hevur tú líknandi royndir frá t.d. Oracle, PostgreSQL ella MariaDB, halda vit eisini hetta vera áhugavert.

Tað er eitt krav, at tú hevur royndir at forrita í SQL, t.d. views og stored procedures. Tað er harumframt eisini ein fyrimunur, um tú hevur royndir at forrita í C# ella líknandi forritanarmálum og arbeitt við webservices, FTP-loysnum og dátugrunnum.

Fleiri av okkara fakøkjum eru tengd at búskaparligum dátum. Tað er tí ynskiligt, um tú hevur royndir at menna KT-skipanir, ið viðgera fíggjarligar dátur, t.d. roknskapir.

Tað hevur týdning, at tú ert ein liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst og dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.
 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt nýtt starv, har tú sleppur at seta tíni fingramerki á sniðgevingina og menningina av einum fjølbroyttum dátu-grundvølli. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum royndum og dugnaligum toymi á KT-deildini, ið hevur ábyrgdina av okkara dátu-grundvølli. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum.

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin 15. desember 2019. Umsóknin skal sendast til starv@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg so í samband við Torbjørn Lisberg, KT-leiðara, telefon 352803.