Vilt tú menna tøl og vitan um vinnuna?

Hvat er virðið á framleiðsluni í føroysku vinnuni? Hvat brúkar vinnan av tilfari í framleiðsluni? Økist framleiðslan í ymsu vinnugreinunum?

Vit leita eftir talkønum fólki, sum hevur áhuga fyri at framleiða og greina hagtøl um privatu vinnuna og vinnulig viðurskifti.

Talan er um tíðaravmarkað avloysarastarv fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi at byrja skjótast gjørligt og til endan av 2020.

Starvið
Tú kemur at arbeiða við øllum tættunum í vinnubúskaparligu hagtalsframleiðsluni, sum fevnir um innheintan, viðgerð og miðlan av hagtølunum. Vinnuroknskapirnir eru bulurin undir hagtalsframleiðsluni, og tí er tað ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í roknskap og hevur royndir at sundurgreina roknskapir.

Vinnuhagtølini eru partur av grundarlagnum undir tjóðarroknskapinum og verður tú eisini partur av toyminum, sum framleiðir hagtøl til tjóðarroknskapin. Vit vænta tí, at tú dugir væl at samstarva og ert von/vanur at arbeiða í toymum.

Tínir førleikar
Tú hevur miðallanga ella langa samfelagsfrøðiliga, búskaparliga ella vinnubúskaparliga útbúgving, og hevur stóran áhuga fyri vinnuligum viðurskiftum.

Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til dátugrunnar, SQL og ert stinn/ur í at nýta ymisk greiningaramboð, eitt nú Excel og Power BI. Vit seta tó ikki krav um, at tú ert fulltikin serfrøðingur í ávísum KT-amboðum, men tú skalt vera sinnað/ur at brúka orku upp á at læra teg at brúka tey.

Setanarviðurskifti og umsókn

Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber og sum endar 31. desember 2020. Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. desember. Umsóknin skal sendast til starv@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg so í samband við Kára Holm Johannesen, leiðari á Hagdeildini, telefon 352809 ella Gilla Wardum, stjóri, telefon 352850.

Stutt um Hagstovuna
Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak, og eru ein týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning er ein fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkum. Vit vilja stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni eru í løtuni 17 fólk í starvi