Inntøkubýti

Sandoyar øki

Inntøkubýtið lýsir, hvussu inntøkurnar í Føroyum eru býttar millum persónar eftir kyni, aldri, húskisslagi og bústaðarøki.

Orðalýsingar:

  • Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
  • Húskini eru persónar sum pr. 31/12 í árinum hava sama skrásetta bústað í landsfólkayvirlitinum. Fólk á stovni og onnur á felagsbýli eru ikki tald við. Sostatt er ikki talan um alt fólkatalið. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.
  • Samlað inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøku.
  • Javnvirðisinntøka er inntøka hjá tí einstaka, tá ið atlit eru tikin til, hvørjum húski tann einstaki býr í t.e. hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum. Inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. el, olju, hvítvørur, o.s.fr.). Tí er ikki neyðugt, at øll í tí stóra húskinum skulu hava somu miðalinntøku sum tey støku fyri at hava somu nýtslumøguleikar.

Sí eisini Inntøkubýti

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri