Inn- og útlán - bindingartíð

Savnið fevnir um upprunaliga bindingartíð fyri inn- og útlán hjá teimum fýra føroysku peningastovnunum, útlendsku deildum teirra og donskum peninga- og realkredittstovnum, ið hava viðskifti við føroyskar eindir.

Tátturin "geiri" er skipaður í trý stig: Fyrsta stigið fevnir um "allar geirar", sum á øðrum stigi verður útgreinað til "1. ikki-fíggjarlig feløg", "2. fíggjarlig feløg", "3. almenn fyrisiting og tænasta" og "4. húsarhald". Á triðja stigi verða t.d. ikki-fíggjarlig feløg greinað sundur í feløg undir almennum ræði og privat feløg.

Út- og innlán frá einum peningastovni til annan eru ikki við í savninum.

Upphæddir verða vístar í mió. kr og stava frá javnum við mánaðarlok.

Orðalýsingar:

  • Ein eind er mótpartur, ið antin er ognari ella skuldari. Mest vanliga orðið fyri hetta sama er ivaleyst kundi. Talan er um einstaklingar, fyritøkur, stovnar, kommunur, ein stat ella land o.s.fr.
  • NPISH stendur fyri Non-Profit Institutions Serving Households. M.a. er talan um fríðtíðarfelagsskapir av ymsum slag, og kirkjan er partur av hesum geira
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri