Inn- og útlán til føroyskar eindir

Savnið fevnir um viðskifti hjá føroyskum eindum við teir fýra føroysku peningastovnarnar, útlendsku deildir teirra og danskar peninga- og realkredittstovnar.

Tættir (dimensiónir) í hesum savninum eru: tíð, fíggjaramboð, MFI-bólkur, vinnugrein, geiri, land og upprunalig bindingartíð.

Í táttinum MFI-bólkur eru fíggjarfyritøkurnar skiftar á heimahoyrandi land. Føroyski parturin fevnir um teir 4 peningastovnarnar (umframt deildir teirra í útlondum), og danski parturin fevnir í høvuðsheitum um fíggjarkrøv ímillum føroysk og donsk realkredittfeløg.

Í táttinum fíggjaramboð eru bert "innlán" og "útlán" tikin við. Hesi verða á lægri stigi útgreinað soleiðis, at t.d. útlán verða skift á "kassakredittir", "lánsbrævagrundai útlán" og "onnur útlán".

Tátturin vinnugrein er skipaður við tveimum stigum: Ovara stigið er grovbólking av vinnugreinum í ráevnis-, framleiðslu- og tænastuvinnur umframt húsarhald. Á niðara stigi verða til dømis framleiðsluvinnur skiftar á "ídnað", "el-, gass- og fjarhitaveiting", "vatnveiting, kloakkir og ruskviðgerð" og "byggivinnu".

Tátturin geiri er skipaður við trimum stigum: Fyrsta stigið fevnir um "allar geirar", sum á øðrum stigi verður útgreinað til "1. Ikki-fíggjarlig feløg", "2. Fíggjarlig feløg", "3. Almenn fyrisiting og tænasta" og "4. Húsarhald". Á triðja stigi verða t.d. ikki-fíggjarlig feløg greinað á feløg undir almennum ræði og privat feløg.

Útlán frá einum peningastovni til annan eru ikki við í savninum. Sama er galdandi viðvíkjandi innlánum.

Upphæddir verða vístar í mió. kr og stava frá javnum við mánaðarlok.

Orðalýsingar:

  • Ein eind er mótpartur, ið antin er ognari ella skuldari. Mest vanliga orðið fyri hetta sama er ivaleyst kundi. Talan er um einstaklingar, fyritøkur, stovnar, kommunur, ein stat ella land o.s.fr.
  • MFI er stytting fyri Monetary Financial Institutions.
  • Innlánsyvirskot er munurin ímillum innlán og útlán. Er yvirskot eru innlánini størri enn útlánini.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Onnur útlán eru í høvuðsheitum sethúsalán og nýtslulán