Javnin hjá peningastovnunum

Fíggjarjavnin hjá føroysku peningastovnunum og deildum teirra uttanlands lýsir ogn og skuld eftir tættunum (dimensiónir) fíggjaramboð, mótpartslandi og geira.

Teir føroysku peningastovnarnir eru fýra í tali: BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi.

Tátturin fíggjaramboð er á tveimum stigum: á fyrsta stigi er "ogn og skuld", og á øðrum stigi verða hesi útgreinað til "kassi" og "útlán", "lánsbrøv" o.s.fr.

Fíggjaramboð verða skift á land, tá ið hetta letur seg gera. Útlán verða t.d. skift á føroyskar og útlendskar lántakarar.

Fíggjaramboð verða somuleiðis skift á geira, tá ið tað ber til.

Upphæddir verða vístar í mió. kr. og stava frá javnum við mánaðarlok.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri