Brúkarin

Ávísin (indikator) fyri brúkaran sigur, hvussu brúkarin metir, at tíðirnar eru. Hesin ávísin er ein av fimm ávísum, sum tilsamans mynda konjunkturbarometrið og treystitalið.

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnir og spurnakanning fyri brúkarar.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta um vánirnar.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Miðalvirðið kann sostatt nýtast sum markið millum t.d. jaliga og neiliga meting um búskaparútlitini.

Kanningin verður gjørd soleiðis, at ringt verður til 500-600 tilvildarliga vald húski, og tey svara 15 spurningum um peningalig viðurskifti og teirra metingar um búskapargongdina í Føroyum. Brúkarin hevur 5 og 6 svarmøguleikar til hvønn spurning. Brúkarin kann svara avgjørt játtandi ella sýtandi, minni játtandi ella sýtandi, neutralt ella veit ikki.

Ávísarnir fyri einstøku kanningarnar eru miðaltøl av nettotølum fyri útvaldar spurningar. Ávísin hjá brúkarunum er eitt miðaltal av nettotølunum fyri 4 av 15 spurningum í brúkarakanningini. Teir fýra spurningarnir eru:

  • Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
  • Hvussu metir tú, gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
  • Hvussu metir tú, arbeiðsloysið broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
  • Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

Treystitalið og einstøku ávísarnir kunnu liggja frá pluss 100 til minus 100. Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning.

Orðalýsingar:

  • Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning. Niðanfyri er víst eitt roknidømi.
  • Ávísi:  Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður. Ávísin verður roknaður sum miðal av nettotølunum. Ávísin kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ávísin er miðal av nettotølunum