Handilsvinna

Ávísin (indikator) fyri handilsvinnuna sigur, hvussu handilsvinnan metir, at tíðirnar eru. Hesin ávísin er ein av fimm ávísum, sum tilsamans mynda konjunkturbarometrið og treystitalið.

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og sínari egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta um vánirnar.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Miðalvirðið kann sostatt nýtast sum markið millum t.d. jaliga og neiliga meting um búskaparútlitini.

Kanningin verður gjørd soleiðis, at eitt tal av virkjum verður valt út og vigað eftir starvsfólkatalinum, soleiðis at øll vinnan er umboðað. Fyritøkurnar nýtast ikki at vera tær somu til hvørja kanning, av tí at fyritøkur kunnu halda uppat við sínum virksemi, men tá verða nýggjar fyritøkur valdar ístaðin, soleiðis at øll vinnan altíð er umboðað.

Ávísarnir fyri einstøku kanningarnar eru miðaltøl av nettotølum fyri útvaldar spurningar. Ávísin fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:

  • Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
  • Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
  • Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?

Treystitalið og einstøku ávísarnir kunnu liggja frá pluss 100 til minus 100. Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning.

Orðalýsingar:

  • Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning. Niðanfyri er víst eitt roknidømi.
  • Ávísi:  Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður. Ávísin verður roknaður sum miðal av nettotølunum. Ávísin kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri