Gjaldsjavni

Gjaldsjavnin er ein uppgerð av viðskiftunum millum Føroyar og umheimin í eitt ávíst tíðarskeið. Eitt nú lýsir gjaldsjavnin samlaða handilin, Føroyar hava við umheimin, umframt hvat vit eiga og skylda uttanlands.

Rakstrarviðskifti gjaldsjavnans, eisini nevnd leypandi postarnir á gjaldsjavnanum, hava fylgjandi bólking:

  • Vøruhandil er inn- og útflutningur av vørum.
  • Tænastuhandil er inn- og útflutningur av tænastum
  • Inntøkuflytingar eru ein samanteljing av lønarflytingum og íløgu- og fíggjarvirksemi.
    • Lønarflytingar eru keyp og søla av arbeiðsmegi millum Føroyar og umheimin. Lønarinntøkan stavar frá útlendskum arbeiðsgevarum, herundir m.a. DIS, NIS, útlendsk fiskiskip og frálandavinnu (supplyskip o.a) umframt arbeiði á landi, t.d. handverkarar. Lønarútreiðsla er lønir goldnar útlendingum frá føroyskum arbeiðsgevarum.
    • Íløgu- og fíggjarvirksemi er uppgerð av inntøkum og útreiðslum, ið stava frá fíggjarogn. Fíggjarognir verða bólkaðar í beinleiðis íløgur, virðisbrøv, innlán og útlán.
  • Rakstrarflytingar eru veitingar til og úr útlondum, har onki beinleiðis arbeiði ella annað avrik er knýtt at flytingini. Dømi um tílíkar flytingar eru ríkisveitingar, eftirlønir og endurtryggingargjøld.

Verða kapitalflytingarnar lagdar aftur at rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans, fæst fíggjarkravið. Kapitalflytingar broyta ogn og skuld hjá føroyingum uttanlands.

Sí eisini síðurnar  Uttanlandshandil við vørum, Uttanlandshandil við tænastum, umframt Innflutning av vørum og Útflutning av vørum.

Uppgerð av ogn og skuld lýsir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta, at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Broytingar í nettoognini frá einum ári til annað samsvara við fíggjarkravið. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld eru:

  • Beinleiðis íløgur, har einstakur íleggjari eigur meira enn 10% av partapeninginum.
  • Partabrøv, íløguprógv og líknandi, ið føroyingar eiga uttanlands og útlendingar eiga í Føroyum.
  • Lánsbrøv, ið føroyingar eiga uttanlands og útlendingar eiga í Føroyum.
  • Vøru- og tænastukredittir, ið lýsa, hvat føroyingar skylda uttanlands, og hvat teir eiga til góðar í sambandi við inn- og útlflutning.
  • Innlán er uppsparing hjá føroyingum uttanlands ella uppsparing hjá útlendingum í Føroyum. Her kann eisini vera talan um veiting av trygd (garanti í sambandi við vørukeyp o.a.)
  • Útlán, ið er uppgerð av útlendskum lánum til føroyingar (íroknað kredittfeløg) til privat og vinnulig endamál. Tað sama ger seg galdandi hjá føroyskum fíggjarstovnum, sum veita umheiminum lán.
  • Virðisbroytingar, feilir og ótalt.

Uppgerðin av gjaldsjavnanum er skipað eftir altjóða BPM5-leistinum hjá IMF.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri