Høvuðstøl

Bruttotjóðarúrtøkan, stytt BTÚ, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum. BTÚ er mát fyri virðið á framleiðsluni í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.

Keldan til at gera upp framleiðsluvirðið eru alskyns tøl úr øllum samfelagnum. Hesir smálutirnir í tølum verða settir saman til eitt stórt roknistykki, ið gevur okkum bestu myndina av búskaparligu støðuni eitt ávíst tíðarskeið, umframt nær broytingar henda frá einum tiðarskeiði til eitt annað. Millum annað lýsa høvuðstølini, nær vit hava havt búskaparliga kreppu, og nær tað gongur væl. 

Høvuðskeldan til uppgerð av bruttotjóðarúrtøkuni í Føroyum eru roknskapir, ið lýsa eitt farið tíðarskeið. Tískil lýsa hesi tølini ikki búskaparstøðuna her og nú.  Men við støði í teimum givnu uppgerðunum og brúki av ymsum øðrum hagtølum, ið eru dagførd skjótari, og sum ikki eru beinleiðis partur av vanligu uppgerðini, verða framrokningar gjørdar av høvuðstølunum. Hesi tølini síggjast undir Framrokning.

Tjóðarroknskapurin kann millum annað lesast eftir Vinnugrein og Geira.

Orðalýsingar:

  • Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ), er gjørd upp í marknaðarprísum og er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
  • Bruttovirðisøkingin (BVØ) er BTÚ í støðisprísum og verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann BVØ eisini gerast upp sum BTÚ í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.
  • Bruttofaktorinntøkan (BFI) er BTÚ í faktorprísum og verður gjørd upp sum BVØ minus aðrar framleiðsluskattir netto. Tað er tann parturin av framleiddu virðisøkingini, sum verður nýttur til at løna framleiðslufaktorunum, løn til løntakarar (inn- og útlendskar) og rakstraravlop til innlendskar framleiðslueindir.
  • Bruttorakstraravlop er BVØ, tá ið løn og atknýtt gjøld, umframt aðrir framleiðsluskattir (netto) eru drigin frá.
  • Framleiðsluvirði er virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna nýtslu og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu. Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið í einum handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum (bruttovinningur). Í almennari fyrisiting og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu verður framleiðsluvirðið gjørt upp sum kostnaðurin av framleiðsluni, t.e. nýtsla í framleiðsluni + lønarkostnaður + framleiðsluskattur netto + kapitalslit.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir