Vinnugreinar

Vinnugreinabýtið í tjóðarroknskapinum lýsir framleiðandi virksemið, t.v.s. framleiðsluvirði, tilfarsnýtslu, virðisøking, løn til arbeiðsmegi og avkast til teirra, sum eiga framleiðslutólini, millum annað landbúnaður, alivinna og almenn fyrisiting. 

Føroyska vinnugreinaflokkingin er bygd á altjóða NACE-flokkingina, tó við ávísum tillagingum til tess at kunna lýsa føroysku eindirnar, soleiðis sum tørvur er á. Ein og hvør framleiðandi eind fær sostatt eina ávísa eyðmerking sum partur av vinnugrein útav í alt 624 ymsum vinnugreinum. Hesar vinnugreinarnar verða síðan bólkaðar, og mest yvirskipað eru allar vinnugreinar skipaðar í 3 bólkar:

  1. Tilfeingisvinna fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu.
  2. Framleiðslu- og byggivinna fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.
  3. Tænastuvinna fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleiga, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.

Orðalýsingar:

  • Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
  • Bruttovirðirsøkingin er bruttotjóðarúrtøkan í støðisprísum. Verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann bruttovirðisøkingin eisini gerast upp sum bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.
  • Bruttofaktorinntøkan er bruttotjóðarúrtøkan í faktorprísum. Verður gjørd upp sum bruttovirðisøking minus aðrar framleiðsluskattir netto., og er tann parturin av framleiddu virðisøkingini, sum verður nýttur til at løna framleiðslufaktorunum, løn til løntakarar (inn- og útlendskar) og rakstraravlop til innlendskar framleiðslueindir.
  • Bruttorakstraravlop er bruttovirðisøkingin tá løn og atknýtt gjøld, umframt aðrir framleiðsluskattir (netto) er trekt frá.
  • Framleiðsluvirði er virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna nýtslu og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu. Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið í einum handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum (bruttovinningur). Í almennari fyrisiting og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu verður framleiðsluvirðið gjørt upp sum kostnaðurin av framleiðsluni, t.e. nýtsla í framleiðsluni + lønarkostnaður + framleiðsluskattur netto + kapitalslit.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir