-Útflutningur av vørum

Vørutflutningurin verður flokkaður eftir nýtslulandi, umframt flokking, ið er gjørd á Hagstovuni. Henda flokking er ikki eftir altjóða fyrimynd, men ein serlig flokking til føroyska útflutningin, sum flokkar vørurnar eftir, hvat fiskaslag og hvat slag av framleiðslu talan er um.

Umframt virðið á útflutninginum er útflutningurin eisini gjørdur upp í tonsum, við tað at talan mestsum altíð er um fiskavørur.

Orðalýsingar:

  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board).
  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight).
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri