Uttanlandshandil við vørum

Føroyar hava uttanlandshandil við alsamt fleiri lond, og umfatar hann inn- og útfluttar vørur skrásettar hjá TAKS.

Tá vit innflyta fyri størri virði, enn vit útflyta, er hall á handilsjavnanum. Handilsjavnin er munurin ímillum virðið á inn- og útfluttum vørum. Er útflutningurin størri, so er avlop á handilsjavnanum. Endamálið við útflutningi er at fáa ráð til tær vørur, sum okkum tørvar og vit ikki framleiða sjálv.

Orðalýsingar:

  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight)
  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board).

Sí eisini Gjaldsjavni, Uttanlandshandil við tænastum, umframt Innflutning av vørum og Útflutning av vørum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri