Roknskaparlyklatøl

Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði roknskaparhagtølum.

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillaðingum soleiðis at til dømis alivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið fyritøkur undir almennum ræði, t.d. Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins. Einstaklingsvirkir, sum eru partur av húsarhaldsgeiranum, fíggjarlig feløg og virksemi hjá oljufeløgum á føroyska landgrunninum eru heldur ikki við í hesum hagtølunum

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnugreinabólkunum og fyri ikki at gera dupulteljingar er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í rakstrarúrslitið hjá fyritøkunum.

Orðalýsingar:

  • Rakstraravkast í % er úrslit áðrenn fíggjarpostar / (Nettosøla + Broyting í goymslu og øðrum inntøkum) * 100
  • Ognarumferð er Nettosøla / Ognir tilsamans
  • Ognaravkast í % er Úrslit áðrenn fíggjarpostar / Ognir tilsamans * 100
  • Eginpeningsavkast fyri skatt í % er Úrslit eftir rentur, men áðrenn kapitalpartar og skat / Eginpening * 100
  • Trygdarevni í % er Eginpengur / Ognir tilsamans * 100
  • Roknskapardekningur í % er lønargjaldingar hjá fyritøkum, har roknskapurin er lagdur inn í skipanina í mun til lønargjaldingar hjá øllum fyritøkum * 100

Í hagtalsgrunninum eru ymsar talvur at finna við útgreinaðum tølum fyri rakstur, fíggjarstøðu og roknskaparlyklatøl.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri