Vinnubúskapur

Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis alivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.

Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran ikki-fíggjarlig feløg:

K Fígging og Trygging, ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.

O Almenn umsiitng og verja; lógarkravdar almannaveitingar

T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu

U Virksemi hjá altjóða felagsskapum

 

Fiskiveiða og aling

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnugreinabólkunum og fyri ikki at gera dupultteljingar er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í rakstrarúrslitið hjá fyritøkunum.

[px-graph-2]

 

 

Ogn og skuld

[px-graph-3]

 

[px-graph-4]

 

[px-graph-5]

 

[px-graph-6]

 

 

Løn, eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld í fiskiveiðu og aling

Starvsfólk í einum felag skulu hava løn eftir avtalu, sum er gjørd millum partarnar. Umframt sjálva lønina hevur felagið eisini annan kostnað av starvsfólki. Eftirløn og arbeiðsmaknaðargjøld, so sum ALS (arbeiðsloysisskipanin), gjald í barsilsgrunnin og samhaldsfasta, eru eisini partar av kostnaðinum hjá feløgum.

[px-graph-7]

 

 

Lyklatøl í fiskiveiðu og aling

[px-graph-8]

 

[px-graph-9]

 

[px-graph-10]

 

[px-graph-11]

 

[px-graph-12]

 

 

Vinningsbýti og nettoíløgur í fiskiveiðu og aling

[px-graph-13]

 

[px-graph-14]

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: NACE høvuðsvinugreinabólkar
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar, niðasta stig
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar, niðasta stig
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar, niðasta stig
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar, niðasta stig
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar, niðasta stig
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar, niðasta stig
Viðm.: Rasktraravkast vísir, hvussu stórur partur er eftir av søluni, tá ið allur raktrarkostnaðurin er drigin frá.
Viðm.: Ognarumferðin vísir, hvussu væl øll ognin í virkinum megnar at skapa søluinntøku.
Viðm.: Ognaravkastið samanber úrslitið fyri fíggjarkostnað við alla ognina.
Viðm.: Eginpeningsavkastið samanber tann partin av yvirskotinum, sum partaeigarar fáa í sín part.
Viðm.: Trygdarevni (eisini kallað eginpeningspartur) lýsir solvensing og soliditetin. Trygdarevnið lýsir sostatt hvussu nógv prosent av ognini kunnu fella í virði, áðrenn fremmandakapitalurin er fyri missi.
Viðm.: Vinningsbýti er tað, ið verður goldið partaeigarunum av vinninginum.
Viðm.: Nettoíløgur er tilgongd og frágongd av íløgum samanlagt.