Framrokning
Høvuðskeldan til tjóðarroknskaparuppgerð eru roknskapir, ið altíð lýsa tíðina, ið er farin. Tískil lýsa hesi tølini ikki búskaparstøðuna her og nú, men við støði í teimum givnu uppgerðunum og brúki av ymsum øðrum hagtølum, ið eru dagførd skjótari, og sum ikki eru beinleiðis partur av vanligu tjóðarroknskaparuppgerðini, verða framrokningar gjørdar av høvuðstølunum.
Eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum er bruttotjóðarúrtøkan, stytt BTÚ, sum er eitt mát fyri virðisskapanina í marknaðarprísum samanlagt í einum tíðarskeiði. BTÚ í føstum prísum er mát fyri búskaparligu gongdina, t.e. vøksturin, tá prísvøkstur er roknaður frá. Hagstova Føroya framleiðir einans tjóðarroknskapin í ársins prísum.
Orðalýsingar:
- Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
- Bruttovirðirsøkingin er bruttotjóðarúrtøkan í støðisprísum. Verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann bruttovirðisøkingin eisini gerast upp sum bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.
- Bruttofaktorinntøkan er bruttotjóðarúrtøkan í faktorprísum. Verður gjørd upp sum bruttovirðisøking minus aðrar framleiðsluskattir netto., og er tann parturin av framleiddu virðisøkingini, sum verður nýttur til at løna framleiðslufaktorunum, løn til løntakarar (inn- og útlendskar) og rakstraravlop til innlendskar framleiðslueindir.
- Bruttorakstraravlop er bruttovirðisøkingin, tá ið løn og atknýtt gjøld, umframt aðrir framleiðsluskattir (netto) eru drigin frá.
- Framleiðsluvirði er virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna nýtslu og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu. Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið í einum handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum (bruttovinningur). Í almennari fyrisiting og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu verður framleiðsluvirðið gjørt upp sum kostnaðurin av framleiðsluni, t.e. nýtsla í framleiðsluni + lønarkostnaður + framleiðsluskattur netto + kapitalslit.

Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Ársins prísir
Viðm.:
Ársins prísir