Framrokning

Framrokning av fólkatalinum verður gjørd við støði í føði- og deyðatíttleikanum og til- og fráflytingini síðani 1985.

Framrokningar eru merktar av stórum óvissum, og tí verða sannlíkindaframrokningar nýttar. Sannlíkindaframrokning merkir, at 10.000 framrokningar verða gjørdar við støði í nettoflyting, føðitíttleika og deyðatíttleika.

Orðalýsingar:

  • Nettoflyting er munurin ímillum tilflyting og fráflyting
  • Føðitíttleiki er tal av børnum fødd á lívi fyri hvørji 1.000 konufólk
  • Deyðatíttleiki er tal av deyðum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar
  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrivarni fyri munum í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
  • Kynsbýti er prosentbýtið ímillum mannfólk og konufólk.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • Uppihaldsbyrða lýsir lutfallið ímillum børn, ung og gomul, í mun til tann aldursbólkin, sum í størri mun er partur av arbeiðsfjøldini, tey 16 til 66 ára gomlu. Tá uppihaldsbyrðan er 1, eru líka nógv 16-66 ára gomul, sum restin av fólkinum tilsamans. 

Sí eisini Fólkatal, Nettoflyting, Fødd og Deyð.

Háttalag

Framrokningar eru merktar av stórum óvissum, og tí verða sannlíkindaframrokningar nýttar. Sannlíkindaframrokning merkir, at 10.000 framrokningar verða gjørdar við støði í nettoflyting, føðitíttleika og deyðatíttleika.

Hesar 10.000 framrokningar verða brúktar til at vísa sannlíkindini í framrokningunum:

Tað eru 95% sannlíkindi fyri, at framroknaða fólkatalið liggur millum lægra95 og hægra95
Tað eru 90% sannlíkindi fyri, at framroknaða fólkatalið liggur millum lægra90 og hægra90
Tað eru 80% sannlíkindi fyri, at framroknaða fólkatalið liggur millum lægra80 og hægra80
Miðvirðið er mittasta av teimum 10.000 framrokningunum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí hugtøk
Viðm.: Sí hugtøk