Burðaravlop

Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð.

Burðaravlopið er annar høvuðstátturin í gongdini í fólkatalinum. Hin er flyting millum Føroyar og útland. Burðaravlopið verður eisini kallað natúrligi fólkavøksturin, tí hetta er tað, sum fólkatalið veksur, um javnt er millum til- og fráflyting.

Orðalýsingar:

  • Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð
  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrilit fyri munir í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.

Sí eisini Fólkatal, Fødd, Deyð og Nettoflyting.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri