Fødd

Í føðitalinum telja livandi fødd børn, sum eru skrásett at búgva í Føroyum føðidagin.

Føðitíttleikar verða roknaðir í mun til tal av kvinnum í barnførum aldri, t.e. 15-49 ár. Móðuraldur er settur sum tann aldur, mamman hevði við ársenda, tað árið hon føddi.

Orðalýsingar:

  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrivarni fyri munum í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
  • Aldursføðitíttleiki er talið av børnum, fødd á lívi fyri hvørji 1.000 konufólk í tí ávísa aldursbólkinum.
  • Samlaður føðitíttleiki er talið av børnum, sum 1.000 konufólk høvdu borið í heim í sínum lívi, um:
    • tær í øllum sínum barnføra aldri áttu sama tal av børnum, sum aldursføðitíttleikin er í uppgerðarárinum
    • eingin teirra doyði fyri 50 ára dagin.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Mánaðarlig tøl
Viðm.: Sí hugtøk
Viðm.: Sí hugtøk
Viðm.: Sí hugtøk