Lívsævi

Roknað lívsævi, á enskum "life expectancy", er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um aldurstreytaðu deyðatíttleikarnir fyri allar aldursbólkar var verandi teir somu sum í uppgerðarárinum.

Vanligt er at uppgeva roknaða lívsævi fyri 0 ára gomul, t.e. fyri tey, sum eru fødd í uppgerðarárinum.

Tey árligu tølini sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Lívsævin verður tí javngjørd fyri at fáa eina meiri rættvísandi mynd av veruligu gongdini. At tølini eru javngjørd merkir, at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngerðin er gjørd við LOWESS-mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).

Tølini fyri 1966-1985 eru 5-árlig miðaltøl frá Danmarks Statistik. Hesi tølini eru ikki javngjørd og eru bara roknað fyri hvørt kynið sær.

Orðalýsingar:

  • Roknað lívsævi er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um aldurstreytaði deyðatíttleikarnir fyri allar aldursbólkar var verandi teir somu sum í uppgerðarárinum.
  • Javngjørd lívsævi merkir, at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngerðin er gjørd við LOWESS-mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).
  • Deyðatíttleiki er tal av deyðum í mun til fólkatalið.
  • Aldurstreytaður deyðatíttleiki er tal av deyðum í einum aldursbólki, í mun til fólkatalið í sama aldursbólki.
  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrivarni fyri munum í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.

Sí eisini Deyð.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí hugtøk