Flestu kvinnurnar áttu 3 børn

Flestu kvinnurnar í Føroyum, sum hava átt børn, høvdu 11.11.11 átt trý børn. Næstan 4.400 kvinnur áttu 3 børn og 4.000 áttu tvey. Áleið sama tal átti eitt barn og fýra børn.

Fáir leigarar í Føroyum – og flestu teirra búgva í Havn

Av øllum teim 17.441 húskjunum í Føroyum vóru tað bert 2.022, ið búðu til leigu. Hetta svarar til 11, 6%. Um vit samanbera við støðuna við síðstu fólkateljing 34 ár frammanundan, er onki hent hesum viðvíkjandi. Tí tá vóru lutfalsliga líka nógvir – ella fáir – leigarar í Føroyum, nevnliga 11,7%.

Sandoyingar fáa mest ókeypis matískoyti

Øll húski vóru spurd, um tey seinastu 12 mánaðarnar høvdu fingið ella sjálvi høvdu útvegað sær matískoyti. Í Sandoynni høvdu næstan 90 prosent av húskjunum fingið ella útvega sær okkurt slag av matískoyti seinastu 12 mánaðarnar.

Síður