Hagvík (Legobygdin)

Í turru tølunum finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast.

Hagvík er ein lítil føroysk bygd, sum tekur pulsin á føroyska samfelagnum. 

Lívið í tí lítlu bygdini er hendingaríkt. Smáu býlingarnir eru fullir av søgum um lív og fólk, ið verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum - beinleiðis úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

Endamálið er at gera hagtøl og meira atkomulig, so vit kunnu liva okkum inn í søgurnar í hagtølunum. Bygdin skal kveikja áhugan fyri tí týdningi, ið hagtøl hava, og vísa úrvalið í og møguleikarnar við Hagtalsgrunninum.

Hagvík er sniðgivin, bygd og ment á Hagstovuni. Hon er fyrsta av sínum slag. Skermarnir eru knýttir at smáum teldum í borðinum, sum hava samband við hagtalsgrunin á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Skermarnir dagførast sjálvvirkandi, tá nýggj tøl vera tøk. Ein lítil krúlla er, at húsarnir, sum skermarnir eru í, eru sniðgivnir og 3D-prentaðir í Kollafirði.

Hagvík hevur ferðast í flestu skúlum í Føroyum. Vegleiðandi uppgávusett fylgja við. Tit kunnu læna Hagvík við at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo