Lestrarstuðul

Lestrarstuðulin er til føroyingar, ið lesa í Føroyum og uttanlands. Fleiri ymisk sløg av stuðli eru, og krøvini til tann lesandi eru ymisk fyri at vera skikkað. Eisini ber til at søkja um lestrarlán frá stuðulsveitarunum.

Allur stuðul til og við 2009 er uppgjørdur eftir kalendaraári. Eftir hetta er stuðulin uppgjørdur eftir skúlaári, sum er frá 01. august til 30. juni.

Tvær stuðulsskipanir eru, og teir vanligastu lestrarstuðlarnir eru:

  • ÚS-skipanin tils.: Allur stuðul til lesandi í Føroyum tilsamans:
    • Studningur til livikostnað: Verður bert latin lesandi, sum eru 18 ár og eldri.
    • Ferðastuðul innanoyggja: Verður latin teimum, ið nýta Strandfaraskip Landsins, soleiðis at øll gjalda tað sama fyri at koma í skúla uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum.
    • Bókastudningur: Verður latin øllum lesandi undir 18 ár.
    • Vistarhaldsstudningur: Verður latin lesandi undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið
  • ÚSUN-skipanin: Stuðul til teirra, ið lesa uttan fyri Norðurlond. Vanliga fáa føroyingar sum danskir ríkisborgarar stuðul frá SU til livikostnað, bæði í Danmark, Norðurlondum og uttan fyri Norðurlond. Harafturímóti verður skúlagjaldið ofta goldið av Stuðulsstovninum.

Tað ber haraftrat eisini til at søkja um:

  • Ferðastuðul: Verður latin lesandi føroyingum uttanlands eina ferð árliga.
  • Verkætlanarstuðul: Ferðastuðul til ferðir hjá lesandi føroyingum á hægri lærustovnum (í Føroyum og uttanlands), ið skulu ferðast til annað land enn lestrarlandið í sambandi við størri verkætlanir.

Tvey sløg av láni eru til føroysk lesandi:

  • ÚS-lán: Lán veitt úr Føroyum.
  • ÚSUN-lán: Lán veitt føroyingum, ið lesa uttan fyri Norðurlond.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri