Tíðindi

Yvirlit yvir tíðindi. Eldri tíðindi síggjast á gomlu heimasíðuni.

Framleiðslan í landbúnaðarvinnuni hevur verið støðug síðstu tíggju árini. Í 2010 var mjólkarframleiðslan 7,1 mió. litrar frá 919 mjólkkúm. Í 2019 var hon 7,4 mió. litrar frá 1.116 mjólkkúm. Framleiðslan av neytakjøti var 49 tons frá 172 neytum í 2010. Í 2019 var framleiðslan 50 tons frá 193 neytum.

Landbúnaður

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing 2019. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við somu tøl fyri 4. ársfjórðing 2018, er umsetningurin fyri matvørur og klæðir vaksin við ávikavist 6,5 og 4,1 prosentum, meðan sølan av húsbúnaði er minkað við 5 prosentum.

Smásøluvísitøl

12 grindir løgdu beinini í fjør, samanborið við 10 í 2018. Gongdin síðstu nógvu árini er tann, at talið av grindum minkar spakuliga og at grindirnar vera smærri. Kortini góvu grindirnar í fjør eini 200 tons av tvøsti og 180 tons av spiki.

Grind

Nú løntakararnir fyri 2019 eru gjørdir upp, hava vit hugt nærri at broytingum í einstøku vinnugreinunum tey seinastu árini.

Løntakarar

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 19-jan.20) var 8,4 mia kr. Tað er hálv mia. kr. meir enn undanfarna skeið.

-Innflutningur av vørum

Tølini fyri útflutningin til og við januar mánað eru nú gjørd upp. Tey vísa at 12-mánaðarskeiði feb19-jan20 útfluttu vit fyri fyri 9,8 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið frammanundan er talan um vøkstur á 1,4 mia. kr. ella 17%

-Útflutningur av vørum

Í februar vóru góðar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 55 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

Lønargjaldingar

Vøkstur er framvegis í løntakaratalinum, men tað veksur spakuligari enn tað hevur gjørt.

Løntakarar

Tann 1. februar í ár var fólkatalið 52.199 og vaks sostatt við 835 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2019 – 1. feb. 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 562, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Fólkatal

Í 2019 vórðu 21 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støði, sum hevur verið seinastu 5 árini. Tá talið var størst seinni helvt av 1980-unum, var tað meir enn 80 fosturtøkur um árið og er sostatt nú um ein fjórðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.

Fosturtøkur

Av teim stívliga 37.100 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru eini 31.700 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru út við 5.500.

Arbeiðsfjøld

Tað vóru 168.000 skrásettar gistinætur á gistingarhúsum í 2019. Tað eru 16.500 ella 11% fleiri enn í fyrra ári. Hetta er størsti vøkstur síðani byrjað varð at skráseta fyri sjey árum síðani. Av gistingunum vóru tær flestu hjá ferðafólki úr Danmark við 30%.

Ferðavinna

Í 2019 innfluttu vit fyri 8,1 mia. kr. av vørum. Hetta er tað mesta, sum er innflutt eitt ár, og fyrstu ferð at árligi innflutningurin er oman fyri 8 mia. kr. Samanborið við 2018 er vøksturin 400 mió. kr. ella 5%.

-Innflutningur av vørum

Samlaði útflutningurin í 2019 var 9,5 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr. ella 19%

-Útflutningur av vørum

Tann 1. januar í ár var fólkatalið 52.124 og vaks sostatt við 822 fólkum í árinum 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 550, ið svarar til tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Fólkatal

Vinnuroknskaparhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd og vísa tølini, at samlaða úrslitið áðrenn kapitalpartar fyri allar vinnur vaks við yvir 76% eftir tveimum árum frá 2015 til 2017. Hóast úrslitini í 2012 og 2015 vóru lægri enn árini fyri, hava úrslitini síðani 2010 verið støðugt vaksandi og positiv øll árini.

Vinnubúskapur

Tølini frá konjunkturkanningini fyri januar eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Treystitalið hesaferð er væl hægri enn talið seinastu 5 kanningarnar.

Treystital

Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2017, og vísa dagførdu tølini millum annað, at føroyska nettoognin í útlandinum í 2017 var á hædd við nettoognina innan fíggjarkreppuna fyri umleið tíggju árum síðan. Nettoogn føroyinga uttanlands var 5,7 mia. kr. í 2017 og árini frá 2015 til 2017 vaks ognin 5 mia. kr. og skuldin minkaði 1,3 mia. kr. Sostatt vaks nettoognin í útlandinum umleið 6,3 mia. kr. eftir tveimum árum.

Gjaldsjavni

Nýggja uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans vísir metstórt avlop árini 2016 og 2017. Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

Gjaldsjavni

Í november í fjør var arbeiðsloysið 0,9%. Sama mánað í 2018 var tað 1,2%.

Arbeiðsloysi

Frá aldarskiftinum fram til 2007 var miðal avreiðingarnøgdin tilsamans góð 125 túsund tons. Síðan 2013 hevur veiðan, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 73 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 85 túsund tons, sum er eitt vet betri enn í 2018, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd.

Fiskiveiða
Útflyta fyri 9,4 mia
20. jan. 2020

12-mánaðarskeiði des. '18-nov. '19 útfluttu vit fyri fyri 9,4 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr.

-Útflutningur av vørum

Innflutningurin var oman fyri 8 mia. krónur 12-mánaðarskeiði (des. '18-nov. '19)

-Innflutningur av vørum

Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 4. ársfjórðing 2019, og sostatt kann miðal vøksturin í brúkaraprísum fyri 2019 samanberast við 2018. Frá 2018 til 2019 hækkaði brúkaraprístalið í miðal 1,3 prosent.

Brúkaraprístal

Tann 1. desembur í fjør var fólkatalið 52.067 og vaks sostatt við 807 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. des. 2018 til 1. des. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 271 og eini nettotilflyting á 536.

Fólkatal

Í oktober vóru góðir 27.900 løntakarar í Føroyum. Tað eru næstan 850 fleiri í mun til sama mánað í fjør.

Løntakarar

Í 2019 vóru góðar 10 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 6,8% í mun til 2018. Vøksturin í lønargjaldingunum er støðugur.

Lønargjaldingar

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri triðja ársfjórðing 2019 í trimum yvirskipaðum vørubólkum.

Smásøluvísitøl

Í oktober var arbeiðsloysið 0,8% og er nú aftur metlágt. Lægsta arbeiðsloysið varð annars mált mánaðin fyri, tá var tað 0,9%.

Arbeiðsloysi

Uppgerðin av avreiðingunum fyri ellivu mánaðir í 2019 er til taks í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Fiskiveiða

Seinasta árið (nov. 18-okt.19) innfluttu vit vøru fyri 8,1 mia. kr. árið fyri innfluttu vit fyri 7,6 mia. Somu tíðarskeið útfluttu vit fyri ávikavist 9,3 og 8 mia. kr. Sostatt var avlopið av uttanlandshandlinum við vørum 1,3 mia. seinasta árið mótvegis 400 mió. árið fyri. Tað er ein vøkstur í innflutninginum á 7% og í útflutninginum á 17%

Uttanlandshandil við vørum

Eftir minkingina í heyst, tá nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum, er fólkatalið nú komið uppaftur á 52-túsund.

Fólkatal

Í november vóru knappliga 870 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

Lønargjaldingar

Vit skulu aftur til juni í 2008, tá arbeiðsloysið seinast var so lágt sum nú. Tá var arbeiðsloysið 1,1%.

Arbeiðsloysi

Út frá upplýsingum, Hagstova Føroya hevur fingið frá Heilsutrygd, kunnu vit nú gera nøkur samanfatandi hagtøl um virksemið í kommunulæknaskipanini, sum ikki hava verið gjørt áður. Upplýsingarnar fevna um virksemið trý tey síðstu árini 2016 – 2018 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, eftir vakttíð og eftir aldri og kyni.

Kommunu- og tannlæknar

Uppgerðin av avreiðingunum januar til oktober 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Fiskiveiða

12-mánaðarskeiði okt. 2018 til sep. 2019 útfluttu vit fyri beint oman fyri 9 mia. kr. Tað er ikki hent fyrr at árligi útflutningurin er farin uppum 9 mia.

-Útflutningur av vørum

Innflutningurin vaks hálva mia. kr seinasta árið (okt. 18-sep.19), samanborið við undanfarna ár.

-Innflutningur av vørum

Fólkatalið vaks við 875 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. okt. 2018 til 1. okt. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 280 og eini nettotilflyting á 595 fólk. Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, størstur í Eysturoy, Vágum og Tórshavnarøkinum, nakað minni í Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy.

Fólkatal

Í august vóru stívliga 28.100 løntakarar í Føroyum. Tað eru 750 fleir í mun til august-mánað í fjør.

Løntakarar

Í oktober vóru knappar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 75 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

Lønargjaldingar

Arbeiðsloysið var 1,1% í august samanborið við 1,5% í august í fjør. Lága arbeiðsloysið stendur við og tykist at vera komið í fasta legu.

Arbeiðsloysi

Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Fiskiveiða

Vøksturin í fólkatalinum á 938 fólk, sum var í ársskeiðinum 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019, er størstur í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, í Vágum og í Tórshavnarøkinum. Hálvt so stórur er vøksturin í Norðoyggjum, Streymoyarøkinum uttan høvuðstaðin og í Suðuroy. Í Sandoyar sýslu stendur mest sum í stað.

Fólkatal

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum. Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð.

Smásøluvísitøl

Vøruinnflutningur og -útflutningur eru dagførd til august 2019.

Uttanlandshandil við vørum

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, og er árligi vøksturin hesaferð á hædd við miðal prísvøksturin seinastu 3 árini. Annan ársfjórðing var árligi vøksturin 1,8 prosent, ið er hægsti vøkstur í brúkaraprístalinum seinastu 7 árini.

Brúkaraprístal

Fólkatalið vaks við 938 fólkum seinasta 12-mánaðar skeiðið frá 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019. Tað er tað mesta nakrantíð í einum ársskeiði og svarar til ein vøkstur á 1,8%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 288, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini metstórari nettotilflyting á 650, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Fólkatal

Í juli vóru stívliga 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 650 fleir í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000.

Løntakarar

Í september vóru knappar 850 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 80 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

Lønargjaldingar

Arbeiðsloysi var 1,3% í juli samanborið við 1,7% í juli í fjør. Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2%.

Arbeiðsloysi

Hvussu hava seinastu tíggju árini roynst í fólkatali í ymisku bygdunum og býunum úti um landið? Í eini tíð við fólkaminkingini 2010-2014 og síðani stóra fólkavøkstrinum 2014-2019? Tað hevur verið ymiskt. Flesta staðni við stórum vøkstri, serliga í miðøkinum, men aðra staðni eru tey dragnaði afturút, serliga í útjaðaranum. Tað greina talvurnar í hesum yvirliti.

Fólkatal

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Fiskiveiða

Tað vóru 73.220 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum fyrra hálvár 2019. Tað eru 4.467 ella 6,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Ferðavinna

Vøruinnflutningur og -útflutningur eru dagførd til juli 2019. Útgreinað hagtøl um uttanlandshandilin eru at finna í hagtalsgrunninum.

Uttanlandshandil við vørum

Tann 1. august í ár vóru vit farin upp um 52-túsund fólk í Føroyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár frammanundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð.

Fólkatal

Í juni vóru góðir 27.700 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 600 løntakarar fleiri i mun til juni-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.

Løntakarar

Í mai vóru knappliga 27.600 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 700 løntakarar fleiri i mun til mai-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.

Løntakarar

Fólkatalið er vaksið við 846 fólkum ella 1,7% seinasta árið

Fólkatal

Í januar var arbeiðsloysið 1,1%. Sama mánað í 2019 var tað 1,1%.

Arbeiðsloysi