51.900 fólk í Føroyum – fólkavøksturin heldur fram

Sløk 51.900 búðu í Føroyum tann 1. juli. Tað eru góð 850 fleiri enn fyri einum ári síðani. Nú vanta góð 100 fólk til at vit eru 52.000 fólk í Føroyum.

Uppgerðin av fólkatølum hesaferð er trendað, so til ber at lýsa gongdina í fólkatølunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum. Tað ger, at vit kunnu samanbera fólkatalið mánaðarliga, hóast mánaðirnir eru ymiskir. Við trendinum ber til dømis til at samanbera juli og august, hóast juli er stóri tilflytimánaðurin, og august hinvegin er stóri fráflytimánaðurin.

Trendurin vísur, at fólkatalið fór at vaksa aftur um árskiftið 2013/2014. Tá vóru vit uml. 48.300 í tali. Fleiri og fleiri leggjast afturat, og vøksturin í fólkatalinum er spakuliga øktur hesi árini. Á leið 75 fólk leggjast nú afturat mánaðarliga.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er til- og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Sterku strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa uppgjørdu mánaðarligu til- og fráflytingina.

Trendurin vísur, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men fráflytingin hevur síðani 2015 ligið í einari fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 mánaðarliga, og tilflytingin heldur fram at vaksa.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið frá nettoflytingini til fólkavøksturin er nú á leið 50 fólk mánaðarliga.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Sterku strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið føðitalinum og deyðatalinum.

Trendurin vísur, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini. Trendurin gevur tó kanska ein lítla ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í góð 60 børn mánaðarliga.

Talið av deyðum hevur somuleiðis ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um 30 mánaðarliga.

Ískoyti til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, telur tí um 20-30 fólk mánaðarliga.

Dagførd og útgreinað fólkatøl, m.a. á bygd og kommunu, eru at finna í hagtalsgrunninum.

Hví eru fólkatølini ein mánað afturút?
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga eru tað flytingar, ið verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og ímillum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.