Arbeiðsloysi 1,3% í juli - liggur í einari legu

Arbeiðsloysi var 1,3% í juli samanborið við 1,7% í juli í fjør. Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2%.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í juli var arbeiðsloysið 1% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,4% hjá monnum og 2,1% hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Lægst er arbeiðsloysið í Norðurstreymi við 0,7%, Eysturoy 0,8% og Norðoyggjum 0,8%. 

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í juli var arbeiðsloysi millum 0,9 og 1,3% í flestu aldursbólkum uttan hjá teimum 25-34 ára gomlu. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysi 2,1%.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. 

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Dagførdu arbeiðsloysistølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum býtt á øki, aldur, kyn og tíð.

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.

Arbeiðsleys eru eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella meira í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánað, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísur rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.