Lønargjaldingar
14. aug 2020
875 milliónir í lønum í juli - skjót uppgongd eftir fallið í apríl og mai

Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli. Tað eru góðar 25 milliónir ella 3% meira enn sama mánað í fjør. Eins og fyri løntakararnar benda seinastu uppgerðirnar fyri lønargjaldingarnar á eina V-gongd við skjótari uppgongd í lønunum eftir fallið í apríl og mai, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.
Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini

Á myndini niðanfyri sæst ein framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. 

Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl, mai, juni og juli. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir lønargjaldingarnar, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Munurin millum bláu og reyðu prikkarnar gevur eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á lønargjaldingarnar.

Lønargjaldingar til og við juli 2020

Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli, sum eru góðar 25 milliónir ella 3% meira enn sama mánað í fjør. Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundu væntast at góðar 900 milliónir høvdu verið útgoldnar í lønum í juli.

Gongdin í vinnugreinunum

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'bygging o.o. tilvirking' og 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur'.

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 269 milliónir í lønum í juli. Framrokningin vísir 281 milliónir sama mánað. Munurin er 12 milliónir ella 4,5% samanborið við metingina. Í mai var munurin 16%.

 Privatar tænastuvinnur til og við juli 2020

Hinir vinnugreinabólkarnir leggja seg meira upp at væntaðu gongdini.

Almenn o.o. tænasta til og við juli 2020

Byggivinna o.o. tilvirking til og við juli 2020

Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna til og við juli 2020

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki tald við.

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um framrokningina

Hvør einstøk framrokning er gjørd sum ein kombinerað framrokning við trimum hagfrøðiligum myndlum. Framrokningarnar eru valideraðar við training og testsetti í einum 12 mánaðar tíðarskeiðið. Valideringarnar hava verið bæði numeriskar og visuellar í mun til 12 mánaðar-testsettið.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.