Brúkaraprístal
15. jan 2020
Brúkaraprísirnir eru í miðal øktir 1,3 prosent í 2019

Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 4. ársfjórðing 2019, og sostatt kann miðal vøksturin í brúkaraprísum fyri 2019 samanberast við 2018. Frá 2018 til 2019 hækkaði brúkaraprístalið í miðal 1,3 prosent.

Miðal árligi vøksturin verður gjørdur upp við at rokna miðal av fýra ársfjórðingum og samanborið við miðal av somu ársfjórðingum árið undan. Um hugt verður eftir miðal árligu broytingini fyri hvørja uppgerð, so sæst, at árliga broytingin hevur ligið millum 1 og 1,5 prosent seinastu tvey árini.

200115 Brúkaraprístalið, árlig miðal prosentbroyting

Samanbering av brúkaraprísum fyri 4. ársfjórðing 2019 í mun til sama ársfjórðing í 2018 vísir millum annað, at prísir á klæðum og fótbúnaði eru øktir mest við 5,6 prosentum og prísir fyri mat- og drykkjuvørur, ið er størsti vørubólkurin í vektargrundarlagnum, eru øktir 2,3 prosent. Vørubólkurin “Býli” er næstur “Matur og drekka” í stødd í vektargrundarlagnum, og eru miðalprísirnir í hesum vørubólki óbroyttir seinasta árið. Í hesum vørubólki er tó ymiskt, hvussu gongdin hevur verið, m.a. eru rentuútreiðslur til sethús minkaðar við 4,6 prosentum og prísurin á húsaleigu er øktur 5,9 prosent.

200115 Brúkaraprístalið, 12 høvuðsbólkar

Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.