Arbeiðsfjøld
26. feb 2020
Føroyska arbeiðsfjøldin er framvegis tann virknasta í Europa

Av teim stívliga 37.100 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru eini 31.700 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru út við 5.500.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er sostatt er 85,4%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 87% og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84%.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, við Íslandi næst aftanfyri.

"

Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum. Vøksturin er javntbýttur millum kynini við umleið 1.000 fólkum hjá hvørjum.  

"

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.

Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin og vinnutíttleikin í høvuðsøkjum kring landið. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er hon størst í Eysturoy við knappliga 88%, síðani í Suðurstreym við stívliga 86%, í Norðoyggjum við knappliga 86%, síðani í Norðstreymi við stívliga 84% og í Vágum við stívliga 82%. Minstur er vinnutíttleikin í Sandoyar og Suðuroyar økjum við stívliga 79%.

"

Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Eysturoy við 90% og minstur í Sandoy og Suðuroy við 80-81%. Hjá kvinnum er hann størstur í Norðoyggjum, í Suðurstreymi og í Eysturoy við 85-86% og minstur í Sandoyar øki við 77%.

"


Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa

Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85% og síðani Ísland við 81%. Síðan er eitt glopp niður til Sveits við 76% og Svøríki við 74. Estland, Niðurlond, Noreg, Týskland, Danmark, Bretland og Litava liggja um 70-72%.

Miðaltalið fyri tey 28 ES-limalondini (Bretland íroknað) er 65%.
Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 56-57%.

Hjá monnum eru Føroyar á odda við 87% og síðani Ísland við 84%. Í Danmark er talið 74%. ES-miðaltalið er 71%. Lægstur er vinnutíttleikin hjá monnum í Kroatia, Belgia, Fraklandi og Italia við 63-66%.

Hjá kvinnum er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 84%, síðani í Íslandi við 77%. Í Danmark er hann 66%, og ES-miðaltalið er 60. Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 37% og Italia við 48%.  

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 7% í Íslandi, í Danmark 8% og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 11%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76% hjá monnum men bert 37% hjá kvinnum.

"

Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu

Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu áðrenn 20-ára aldur uppi á umleið 75% í vinnutíttleika, samanborið við 50% í Danmark og um 20% í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á 50%, í Íslandi út við 35% meðan hann er niðri á 10%-15% í Danmark og ES-londunum sum heild.

Eisini skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum og allan vegin fram eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika, t.d. við meir enn 95% í aldursbólkinum 45-55 ár, og við 45% í aldursbólkinum 65-74 ár, samanborið við eini 10% hjá kvinnum í Danmark og í miðal fyri ES-londini.  

"

"

"

 

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

Smærri broytingar í arbeiðsfjøldartølum frá 2015-2018

Síðani 2015 er arbeiðsfjøldin gjørd upp við støði í almennum skráum og spurnarkanning millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum.

Fimm ár eru liðin síðani arbeiðsfjøldin fyrstu ferð varð gjørd upp eftir hesum leistinum. Hagstova Føroya hevur í ár eftirhugt talgrundarlagið fyri tíðarskeiðið, og tað hevur havt við sær smærri broytingar í tølunum frá 2015 og fram. Tær eru her lýstar í stuttum.

Síðani arbeiðsfjøldin fyri árini 2015-18 varð uppgjørd, eru gjørdar eftirskrásetingar fyri summar persónar í almennu skráunum. Til dømis eru persónar, sum áður vóru skrásettir at búgva í Føroyum, nú skrásettir at búgva uttanlands og umvent. Eftirskrásetingarnar eru nú partur av talgrundarlagnum fyri arbeiðsfjøldina fyri hetta tíðarskeiðið.

Áður hevur teljingin úr almennu skráunum bert fevnt um 16-74 ára gomul. Hetta er nú broytt, soleiðis at hon eins og spurnarkanningin fevnir um 15-74 ára gomul. Tað er mett, at hendan broytingin gevur neyvari tøl um tey 15 ára gomlu.

Bøtt er eisini um upprokningarháttin fyri spurnarkanningina, soleiðis at hon verður gjørd eftir einum meira standardiseraðum leisti enn áður.

Broytingarnar fyri vinnutíttleikan í høvuðstølunum eru hesar:

                Gomul uppgerð             Nýggj uppgerð

2015                    84,9                             83,8
2016                    85,0                             83,4
2017                    83,2                             83,3
2018                    86,3                             85,3
2019                                                        85,4