Løgreglumál
21. apr 2020
Ferðsluóhappini fækkað niður um helvt síðstu 20 árini

Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðstu 20 árini, har ferðsluóhappini eru fækkað niður um eina helvt, fólkaskaðar í ferðsluni eru fækkaðar enn meir og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring.

Fyrst í hesari øldini var talið av ferðsluóhappum eini 1.200-1.300 árliga, men tey eru síðani fækkað støðugt niður í 485 í 2019. Hetta vísa yvirlit hjá løgregluni.

Eisini talið av fólkaskaðum í ferðsluni er minkað nógv. Tað lá millum 60 og 80 árliga í 00-unum fram til 2008, men so kom eitt stórt fall niður móti eini 30 í 2010 og nú í fjør niður í tað lægsta við 24 fólkum, sum vórðu skadd í ferðsluni.

Meðan eitt fólk doyði av ferðsluskaða í fjør, var tað eingin sum doyði av hesi atvold í 2018 – og tað var fyrstu ferð í meira enn hálva øld (kelda: Ráðið fyri ferðslutrygd). Seinastu 5 árini eru 7 fólk deyð í ferðsluni. Hetta er nakað minni enn 10-ára skeiðið frammanundan, har tað vóru næstan 4 í miðal árliga, sum lótu lív í ferðsluni.

fero

Somuleiðis er talið av teimum, sum eru ákærd fyri rúsdekkakoyring, minkað munandi. Átta tey fyrstu árini í nullunum lá talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring millum 150 og 200 árliga. Men í 2009 varð markið fyri rúsdrekkakoyring sett niður úr 0,5 til 0,2 promillu. Hetta sæst aftur í tølunum, tí talið av ákærdum minkaði niður í eini 100 um árið. Eftir metlág tøl í 2017 og 18 hækkað talið eitt sindur aftur í 2019 til 120.

Dagførd og útgreinað hagtøl um ferðslu o.a. løgregluvirksemi eru at finna í hagtalsgrunninum her.