Sethúsaprísir og -søla
31. mar 2020
Flestu sethúsasølurnar á bygd, men meir enn dupultur prísur í høvuðsstaðnum

Í fjør vóru flestu sethúsini seld á bygd og minni enn ein triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var nógv meir enn tann dupulti av prísinum á bygd.

314 sethús vórðu seld í fjør, og tað var á sama støði sum tey tvey árini frammanundan. Hetta er tó munandi lægri enn metárið 2015, tá sølan var 398 sethús. Síðani tá hevur størsta minkingin verið í Tórshavn, soleiðis at í fjør vóru flestu sølurnar í stórum bygdum og býum við 123 í tali, samanborið við 96 í smáum bygdum og 95 í Tórshavn.

Miðalprísurin er tó nógv meir enn tað dupulta í Havn, samanborið við tað eini sethús kosta í stórum og smáum bygdum í Føroyum. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,1 mió. kr., samanborið við 1,4 mió. kr. í stórum bygdum og býum og 1,2 mió. kr. í smábygdum.

Týdningarmikið fyrivarni

Aftast í hesi grein eru upplýsingar um keldu og avmarkingar í upplýsingunum hjá Hagstovuni. Her skal havast í huga, at hetta yvirlitið fevnir einans um sølu av sethúsum og ikki av íbúðarbústøðum. Eitt yvirlit yvir sethúsasølu kann tí ikki geva eitt nøktandi yvirlit yvir sølu av býlum ella bústøðum. Serliga við tí í huga, at stórt tal av íbúðum er bygt, serliga í høvuðsstaðnum umframt nakrar í Norðoyggjum o. a., og hetta hevur sjávsagt eisini ávirkan á søluna av sethúsum. Aðrar avmarkingar eru um stødd á grundøkjum o.a., sum er upplýst aftast í hesi grein.

m1

Síðani kreppuárini í fyrru helvt av 1990-unum vaks sølan av sethúsum spakuliga og kom fyribils í hæddina í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna, við 300. So var eitt stórt niður móti helvtini í 2009-10. Síðani er sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið er metár við 398 sethúsasølum. Eftir hetta er sølan minkað niður í 314 sethús í fjør.

m2

Sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum rennur undan

Beint áðrenn fíggjarkreppuna fyri 10-11 árum síðani var miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 2,3 mió. kr. Í fjør var hann 3,1 mió. kr. – ein vøkstur á 35%. Samstundis vaks miðalprísurin á sethúsum í stórum bygdum og býum úr 1,2 mió. kr. til 1,4 mió. kr. – ein vøkstur á 15%, og í smáum bygdum vaks miðalprísurin úr stívliga 1 mió. kr. til 1,2 mió. kr. – ein vøkstur á 16%.

 

Kelda til upplýsingarnar:

Føroyskur peningastovnur ger upp prísirnar í bústaðahandli í Føroyum hvønn ársfjórðing. Tølini yvir bústaðakeyp og -sølur stava frá almennu tinglýsingini, har allir handlarnir verða skrásettir. Prísirnir eru viðgjørdir á slíkan hátt, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanligir bústaðir verða keyptir og seldir fyri. Tølini verða so at siga “sáldað”. Soleiðis verða hesi ikki tikin við:
- Grundøki
- Íbúðir
- Hús á grundøkjum minni enn 250 fermetrar
- Hús á grundøkjum størri enn 1.000 fermetrar, tí har kann roknast við, at grundstykkjaprísurin er stórur partur av søluni
- Hús, ið ikki verða hildin at umboða marknaðartreytir, t.d. serliga lágir prísir í sølum millum familjulimir
- Hús, ið verða seld serliga dýrt
- Hús, sum eru yvirtikin á tvingsilssølu
Á henda hátt skuldu tølini umboðað prísin á miðalsethúsum í fríum handli.

Um ”Tórshavn”, ”stórar bygdir” og ”smábygdir”

Tórshavn: Tórshavn, Hoyvík og Argir.
Stórar bygdir og býir: Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta, Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur og Vestmanna.
Smáar bygdir: Aðrar bygdir, ið ikki eru nevndar omanfyri, eru í bólkinum 'smærri bygdir'.