Fólkatal
11. Mai 2020
Fyrsti koronumánaðurin broytti ikki góðu gongdina í fólkatalinum

Nú mars sum fyrsti mánaðurin við avmarkandi koronu-átøkunum er komin við í nýggjastu uppgerðina av fólkatalinum, sæst at flytingin millum Føroyar og útlond er minkað nakað. Serliga er fráflytingin minkað, so gloppið millum tilflyting og fráflyting er vaksið. T.v.s. at nettotilflytingin er økt nakað og góða gongdin í fólkatalinum heldur fram.

Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum

Tann 1. apríl í ár var fólkatalið 52.428 og vaks sostatt við 856 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. apríl 2019 – 1. apríl 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 584, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, soleiðis at tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Og nú mars er taldur við, er enn  ongin ábending um nakrað broyting í hesi gongdini, sum eisini sæst av myndini niðanfyri.

"

Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga.  Síðsta árið er fráflytingin minkað uppaftur meir. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 150 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45-50 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

"

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er um 660 árliga.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

"

Vøkstur í øllum høvuðsøkjum - men størstur í miðøkinum

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum. Men stórur munur er teirra millum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 435 fólkum og í Eysturoy við 209. Síðan koma Norðoyggjar við 87 fólkum, Vágar við 70, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 41. Og nú er eisini ein lítil vøkstur í Suðuroy við 11 fólkum og í Sandoyar sýslu við 3 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Tórshavnarøkinum við 2,2%, Í Vágum við 2,1% og í Eysturoy við 1,8%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar við 1,4%, aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,9% og Suðuroy og Sandoyar sýslur við 0,2% hvør.
"

Tórshavnarøkið tekur helvtina av øllum fólkavøkstrinum

Tað eru serliga Tórshavnarøkið, Eysturoy og Vágar, sum fara við størsta partinum av fólkavøkstrinum, eisini tá vit rokna í mun til fólkatalið í ymisku økjunum í landinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum. Men minsta partin av fólkavøkstrinum fáa Sandoyar og Suðuroyar sýslur.

"

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 435 fólk, svarandi til 51% av øllum fólkavøkstrinum í landinum

Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 209 fólk svarar til 24% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%.

Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var gott 8%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum var bara gott 1%.

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Tveir tættir gera av, hvussu gongdin er í fólkatalinum. Tað eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting).  Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum (undantikið Streymoyðarøkið uttan høvuðsstaðin).

Men her sæst eisini týðiliga, at bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, men at her er onki ískoyti frá burðaravlopinum, tí her eru tað fleiri sum eru deyð, enn børn ið verða fødd.

"

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Tórshavnar kommuna veksur við 459 fólkum, svarandi til 2,1%, og Runavíkar kommuna við 98 fólkum, svarandi til 2,4%. Vøksturin er væl minni í Klaksvíkar kommunu við 84 fólkum, svarandi til 1,6%.

Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sørvágs kommuni við 45 fólkum, svarandi til 3,8%. Og nú er fólkatalið har nærum eins stórt sum í Vestmanna kommunu.

"

Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,2%. Hóast vøksturin er væl minni í Fuglafjarðar kommunu við 1,1%, so er hon tó nú um at fara upp um 1600 fólk

Í Norðoyggjum er størsti lutfalsligi vøksturin í Kunoyar kommunu við 5,4%, og hinvegin minkar í Viðareiðis kommunu við 3,1%.

Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 10 fólkum, ið er -2,2%, meðan vøkstur er í hinum.

Í Suðuroy er vøkstur í Tvøroyrar kommunu. Hovs kommuna er nú aftur farin niður um 100 í fólkatali. Fyri 30 árum síðani búðu har 165 fólk.

Oyggjarnar

Útoyggjarnar halda tørn uttan Hestoy, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 3 eru komin aftrat í Svínoy og Nólsoy, 2 í Mykinesi og 1 í Fugloy, Kalsoy og Skúvoy.

Av stóru oyggjunum er størsti vøksturin í Streymoy og Eysturoy, men lutfalsliga er vøksturin størri í Vágum.

"

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum  her.

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.