Lønargjaldingar
16. mar 2020
Góðar 890 milliónir í lønum februar - vøksturin stendur við

Í februar vóru góðar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 55 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísur ein støðugan vøkstur í lønargjaldingunum.

Vøksturin í lønargjaldingunum heldur fram við somu ferð, hóast vøksturin í løntakaratalinum gongur seinni enn hann hevur gjørt.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Í februar var parturin hjá monnunum um 65% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 35%. Munurin millum kynini økist framvegis.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. 

Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News