Landbúnaður
27. mar 2020
Landbúnaðarframleiðslan á leið tann sama síðstu 10 árini

Framleiðslan í landbúnaðarvinnuni hevur verið støðug síðstu tíggju árini. Í 2010 var mjólkarframleiðslan 7,1 mió. litrar frá 919 mjólkkúm. Í 2019 var hon 7,4 mió. litrar frá 1.116 mjólkkúm. Framleiðslan av neytakjøti var 49 tons frá 172 neytum í 2010. Í 2019 var framleiðslan 50 tons frá 193 neytum.

Hetta yvirlitið fevnir bert um tann skrásetta partin av vinnuliga landbúnaðinum, ið fevnir um framleiðsluna av mjólk og neytakjøti.

Talið av mjólkkúm gjørdi eitt lop frá knappliga 920 í 2010 til eini 200 aftrat tey næstu tvey árini og hevur ligið um gott og væl 1.120 seinastu árini. Nøgdin av innvigaðari mjólk er ikki broytt tað stóra hesi árini - frá 7,1 mió. litrum í 2010 til 7,4 mió. l. í 2019.

Rokna vit nøgdina av innvigaðari mjólk fyri hvørja kúgv var hon 7.700 litrar í 2010 og 6.600 litrar í 2019.

"

Framleiðslan av neytakjøti er eisini áleið tann sama nú, sum hon var fyri 10 árum síðani. Í 2010 var úrtøkan 49 tons av 172 slaktaðum neytum, og í 2019 var hon 50 tons av 193 neytum.

"

Tað kann verða áhugavert at samanbera skrásettu framleiðsluna í landbúnaðarvinnuni við gongdina í fólkatalinum hesi tíggju árini. Tá sæst, at mjólkarframleiðslan og framleiðslan av neytakjøti fylgir so nøkulunda við vøkstrinum í fólkatalinum. Hesi tíggju árini er mjólkarframleiðslan vaksin við 4% og kjøtframleiðslan er 2% størri, meðan fólkatalið hesi árini er vaksið við 7%.

"

Landafrøðiliga hava verið stórar broytingar hesi 10 árini, sum sæst í talvuni niðanfyri. Garðarnir eru fækkaðir úr 30 niður í 23. Í flestu sýslum er talið av gørðum farið niður í eina helvt, uttan í Suðurstreymoyar og Sandoyar sýslum. Kortini er talið av mjólkkúm vaksið við einum fimtingi, úr 919 til 1116.

Garðarnir eru sostatt blivnir munandi størri, serliga í Norðoyggjum, Streymoy og Suðuroy. Men gongdin er ymisk: Bæði í Vágum og í Suðuroy eru garðarnir fækkaðir úr tveimum niður í ein, men meðan talið av mjólkkúm er minkað meir enn eina helvt í Vágum, er tað blivið meir enn tvífalt so stórt í Suðuroy.

Tó, tá tað kemur til produktivitetin, roknað sum nøgdina av innvigaðari mjólk fyri hvørja kúgv, er minkingin tann sama í øllum sýslum við umleið 1.000 litrum árliga fyri hvørja kúgv – frá størstu minking í Norðoyggjum frá 8,2 tús l. til 6,4 tús. l., til óbroytta støðu í Sandoy við knappliga 8 tús l.

"