Kommunu- og tannlæknar
27. nov 2019
Nýggj hagtalsuppgerð um virksemið í kommunulæknaskipanini

Út frá upplýsingum, Hagstova Føroya hevur fingið frá Heilsutrygd, kunnu vit nú gera nøkur samanfatandi hagtøl um virksemið í kommunulæknaskipanini, sum ikki hava verið gjørt áður. Upplýsingarnar fevna um virksemið trý tey síðstu árini 2016 – 2018 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, eftir vakttíð og eftir aldri og kyni.

Úr nýggju hagtalsuppgerðini um virksemið í kommunulæknaskipanini kunnu vit m.a. síggja, at

  • í 2018 vóru í miðal 3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum
  • konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn
  • børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst og fólk yvir 75 ár vitja kommulæknan mest
  • í Norðoyggjum og í Suðuroy eru 1-2% av viðtalunum uttan fyri dagtíð, samanborið við 12% í Suðurstreymi
  • út við 4% av øllum viðtalum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands

Viðmerkjast skal, at uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir og kanningar, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum.

Samlaða talið av viðtalum í 2018 var knappliga 160.000, ið var 9.000 ella 6% fleiri enn árið frammanundan. Av teimum 160.000 vóru útvið 6.000 viðtalur, svarandi til 4%, hjá fólki við bústaði uttanlands.

Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2018 til 3 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Eitt sindur av muni er millum økini í landinum, tá viðtalur verða roknaðar í mun til fólkatalið í økjunum. Lægst er talið í Suðurstreymoyar økinum við 2,8 viðtalum pr. íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 4,6 viðtalum pr. íbúgva.

Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini bæði frá 2016 til 2017 og frá 2017 til 2018. T.d. hevur tað stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, sum m.a. sæst í broytingini frá 2016 til 2017 í Suðuroy. Hinvegin hendir tað øvugta í Norðoyggjum og í Vágum frá 2017 til 2018, tá fastir kommunulæknar koma í starv í staðin fyri skiftandi avloysarar. Hetta er eisini ein høvuðsorsøk til stóra munin í vøkstrinum hesi árini.

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93%, fer fram í dagtíð, t.v.s. mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Hálvtfjórða % fara fram í sonevndari A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og onnur hálvtfjórða % fara fram í sonevndari B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum.

 

Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilir Suðurstreym seg burturúr við 88% av viðtalunum í dagtíð, t.v.s. 12% uttan fyri dagtíð, samanborið við t.d. Norðoyggjar og Suðuroy, har 98-99% eru í dagtíð, t.v.s. bert 1-2% er uttan fyri dagtíð. Hetta kann koma av, at tað hava manglað kommunulæknar í Tórshavn og samstundis hevur atgongdin til kommunulæknavaktina har verið lættari enn aðrastaðni.

Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, síggja vit, at 56% av viðtalunum eru við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk.

Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar pr. íbúgva í 2018 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,4 - 1,5, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er oman fyri 6 viðtalur pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. 

Hagtøl um kommunulæknavirksemi eru at finna í hagtalsgrunninum her.