Løgreglumál
20. apr 2020
Stór minking í flestu revsimálum – uttan í siðamisbrotum

Revsilógarmálini eru fækkaði meir enn eina helvt seinastu 12 árini, úr 1100 í 2007 til eini 500 í fjør. Minkingin er stór á flestu økjum – uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemi hjá løgregluni.

Tann stóra minkingin í revsilógarbrotum sæst serliga aftur í málum um herverk, ið eru fækkaði úr 400 árliga niður móti 100, og viðvíkjandi innbrots- o.ø. stuldri, ið eru fækkað úr eini 475 árliga niður í 150. Málini um harðskap eru ikki blivin færri í sama mun – vóru um 80-90 árliga fyrst í hesi øldini og eru nú um 70-80.
 

"

Hinvegin sæst ongin minking í talinum av revsimálum um siðamisbrot. Tey vóru annars spakuliga minkandi í 00-unum, men eru sjónliga vaksin aftur seinastu árini, hóast tølini eru smá og loypa nógv upp og niður. Ein ábending um gongdina er, at tey vóru 21 í 2017 og 33 í 2019.

Eitt annað revsilógarøkið við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini hevur sveiggjað um 30 – 60 mál árliga.

Dagførd og útgreinað hagtøl um løgregluvirksemi eru at finna í hagtalsgrunninum her.