Útflutningur av vørum
16. apr 2021
Útflutningurin beint undir 8 mia.

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (mar. 20 - feb. 21) samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í februar er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.

Minkingin av útfluttum laksi er 663 mió. kr. Tað er ein minking á 17%. Nøgdin minkaði góð 4%.

Útflutningurin av toski er minkaður næstan 350 mió. kr, sum svarar til eina minking á 31%. Minkingin er eisini 31% í nøgd fyri tosk.

Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 239 mió. kr. sum er 24%. Í nøgd er minkingin 13%.

 

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

PX Web Graph News