Tíðindi

Yvirlit yvir tíðindi

fiskamjøl

Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli vaksin 828 milliónir krónur

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2023 til februar 2024 var 12,8 milliardir krónur. Tað eru 47 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

oljuinnflutningur

Innflutningsvirðið av brennievni minkað 539 milliónir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2023 til februar 2024 var 11,1 milliard krónur. Tað eru 1,4 millardir krónur, ella sløk 11%, minni enn undanfarna skeið.

havn

Knapt 54.600 fólk búðu í Føroyum 1. mars — vøksturin er 0,8%

Fólkatalið vaks við 439 seinasta árið, og 1. mars búðu 54.591 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Sodavatn

Prísvøksturin er nú 2,6 prosent

Prísirnir eru hækkaðir 2,6 prosent frá februar í 2023 til februar í 2024. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava eisini størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð.

Sminka

Sølan av fríðkanarvørum hækkað seinasta árið

Uppgerðin fyri 4. ársfjórðing 2023 vísir m.a., at sølan av fríðkanarvørum hækkaði 10% samanborið við árið fyri. Tá prísvøkstur er drigin frá, er mongdin av seldum fríðkanarvørum hækkað 3%.

Laksur

Arbeiðsloysið um eitt prosent í februar

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar. Tað er 0,3 prosentstig hægri enn februar í fjør, tá tað var 0,8 prosent.

Fiskur

Fiskavøruútflutningurin vaksin 173 milliónir krónur

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2023 til januar 2024 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 30 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

Innflutningur

Innflutningurin minkaður 1,2 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2023 til januar 2024 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella 9,4 prosent, minni enn undanfarna skeið.

gentir

Knapt 54.600 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin er 0,8%

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Búfestið

Fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum

Í tjúgu ára aldri flyta umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum. Bara helvtin av hesum flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum.

Flakavirki

Arbeiðsloysið eitt prosent í januar

Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar. Tað er á leið tað sama sum fyri ári síðani, tá tað var 0,9 prosent.

Mynd

Lutfalsliga færri hava bústaðartilknýti nú enn fyri 10 árum síðani

94 prosent av fólkinum í Føroyum hava búð og virkað í Føroyum í longri áramál og hava tað, ið vit kalla bústaðartilknýti. Fyri tíggju árum síðani vóru tað 98 prosent, sum høvdu bústaðartilknýti.

innfl

Innflutningurin minkaður knappar 400 milliónir krónur í 2023

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, hetta er 3,3% lægri enn í 2022.

Útflutningur

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 494 milliónir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks nærum eina hálva milliard krónur í 2023 í mun til 2022. Hetta er 4,3% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 26%.

hushoyvik

19.300 húski í Føroyum — 15 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani

Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk.

fiskur

940 milliónir í lønum í januar — vøksturin er 8 prosent

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn í sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent.

handil

27.600 løntakarar í januar — 1,3 prosent fleiri enn í fjør

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum, ið hevur fæstar løntakarar, meðan desembermánaður vanliga hevur flestar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí sum oftast stórur. Í desember vóru fleiri enn 28.500 løntakarar og í januar var talið 27.664.

skreiða

Knapt 54.550 fólk búðu í Føroyum 1. januar — vøksturin er 0,8%

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. januar búðu 54.545 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Kavarudding

Minni bjartskygni í vinnuni

Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar. Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma. Byggivinnan hevur hinvegin framvegis góðar vónir. Støðan og metingar hjá húsarhaldunum eru óbroyttar.

Jobmatch

Føroyar hava lægsta arbeiðsloysi í Evropa

Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er á sama stigi sum áðrenn korona. Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa - serliga er tað lágt hjá føroyskum kvinnum.

Ferðafólk

Færri fólkanætur á gistingarhúsunum í 2023 – men nýtslustigið nærum óbroytt

Føroysku gistingarhúsini høvdu knapt 222.000 fólkanætur í fjør. Tað er 4 prosent minni enn í 2022, ið var metár. Góður helmingur av kømrunum á gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er á leið tað sama sum árið fyri.

handil

Arbeiðsfjøldin minkað eitt vet

Av teimum gott 38.900 fólk í aldrunum frá 15 til 74 eru góð 32.600 í arbeiðsfjøldini. Arbeiðsfjøldin er eitt vet minni enn í 2022, samstundis sum tey vinnuligu óvirknu eru fleiri í tali.

Arbeiðsfjøld

Føroyski vinnutíttleikin framvegis serstakliga stórur

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu er 84 prosent, og tað er framvegis hægst í Evropa. Serliga er vinnutíttleikin stórur millum føroysku kvinnurnar. Vinnutíttleikin hjá kvinnunum er hægri í øllum aldursbólkum samanborið við onnur lond.

Flutningur

Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 457 milliónum krónum

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 varð innflutt fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.

alir

Útflutningurin vaksin 343 milliónir krónur

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 hava vit útflutt fiskavørur fyri 10,9 milliardir krónur. Tað eru 489 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Løntakarar

Løntakaratalið setur met í desember

Í desember eru vanliga flest løntakarar. 2023 var einki undantak, tá talið setti met við 28.740 løntakarum, sum er ein vøkstur á 1,4 prosent í mun til desember 2022.

hd

54.550 fólk búðu í Føroyum 1. desember — vøksturin er 0,9%

Fólkatalið vaks við 478 persónum seinasta árið, og 1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,9%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Rentur

Prísvøksturin er nú 2,8 prosent

Prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent frá november í 2022 til november í 2023. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð.

Mjólk

Smásøluvísitalið í nýggjum hami

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2023 er fyrsta uppgerð í dagførdum líki og vísir m.a., at mongdin av seldum mati, klæðum og fríðkanarvørum lækkaði 3. ársfjórðing 2023 samanborið við árið fyri.

alir

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 450 milliónir krónur

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 9,8 milliardir krónur. Tað eru 450 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Flutningur

Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 484 milliónum krónum

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er 4 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Gransking og menning

Kanning: Hvussu nógv granska vit í mun til onnur lond?

Hagstova Føroya kannar nú, í hvønn mun vit granska og menna í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi. Kanningin er seinni liður í arbeiðinum at savna altjóða sambærlig hagtøl um nýskapan, gransking og menning í Føroyum fyri 2022.

Løntakarar

Løntakaraskarin vaksin 0,8 prosent seinasta árið

Útlendskir ríkisborgarar eiga meginpartin av vøkstrinum.

jólahald

Gott og væl 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin er 1%

Fólkatalið vaks við 545 persónum seinasta árið, og 1. november búðu 54.557 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1%, sum er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.

Arbeiði

Arbeiðsloysið 0,7% í oktober

Arbeiðsloysið hevur verið undir eitt prosent síðani apríl í fjør.

Arbeiðsfjøld

Kanning: Eru vit framvegis líka virkin á arbeiðsmarknaðinum?

Í viku 47 frá 20. til 25. november ger Hagstova Føroya árligu arbeiðsfjøldarkanningina fyri 2023.

alir

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 556 milliónir krónur

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 8,9 milliardir krónur. Tað eru 556 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Flutningur

Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 240 milliónum krónum

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,7 milliardir krónur.

tn

Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin er 1%

Fólkatalið vaks við 554 persónum seinasta árið, og 1. oktober búðu 54.522 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Flutningur

Innflutningsvirðið minkað við 586 milliónum krónum

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,8 milliardir krónur.

alir

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 7 prosent

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur. Tað eru 491 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Tari

Er nýskapanin á sama stigi í Føroyum sum í øðrum londum?

Hagstova Føroya fer nú at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi.

Tinganes

Skattatrýstið minkar

Skattatrýstið í Føroyum var 40,6 prosent í 2022. Skattainntøkurnar hjá tí almenna øktust í 2022 samanborið við undanfarin ár, men bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar, og tí er skattatrýstið minkað.

slaktið

Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september - vøksturin er 1,1%

1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,0%.

Grønmeti

Prísirnir hækka framvegis, men ikki við somu ferð — vøksturin er 3,7%

Prísvøksturin heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað eru framvegis matvøruprísir umframt hækkandi rentur og streymprísur, sum eru størsta orsøkin til prísvøksturin seinasta árið. Brúkaraprístalið er vaksið 3,7 prosent.

aling

Samlaða úrslitið fyri allar vinnur 3,5 milliardir

Bestu úrslitini í 2022 síggjast í bólkunum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’, ‘Framleiðsluvinna’ og ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ og størsti prosentvísi vøksturin í úrsliti sæst í ‘Flutnings- og goymsluvinna’, 'Landbúnaður og fiskiveiða' og 'List, undirhald og ítróttir'.

AA

Avlopið á gjaldsjavnanum er 137 milliónir krónur lægri enn í 2021

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2022 vísir eina lítla minking í rakstraravlopinum í mun til 2021

Hvalba

Almennu útreiðslurnar hægri í 2022 enn undanfarin ár

Almennu útreiðslurnar vóru 12 milliardir krónur í 2022. Í útgreiningini av útreiðslunum sæst millum annað, at slakar tvær milliardir krónur vóru nýttar innan 'aldurdóm' og 1,4 milliardir vóru nýttar innan 'flutning'.

flutningur

Framvegis stórur búskaparvøkstur í 2022

Føroyski búskapurin er komin væl fyri seg eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022 og 5,8 prosent í 2021. Vøksturin er størri enn í flestu londum, vit vanliga sammeta okkum við.

Skógvar

Klædna- og skógvahandlar selja minni hóast lægri prísvøkstur

Prísvøksturin er minkaður, men er enn høgur, og hetta sæst aftur á søluni. Hóast prísvøksturin á 'mati og drykkjuvørum' er hægst av teimum trimum smásøluvørubólkunum, so sær prísvøksturin í samfelagnum enn út til at ganga út yvir søluna av 'klædnavørum og fótbúnaði'.

Hagfrøðingur

Hagfrøðingur til Hagstovu Føroya — burðardygd, orka og umhvørvi

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.

alir

Útflutningurin av fiskamjøli og líknandi vørum heldur fram at vaksa

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,6 milliardir krónur. Tað eru 380 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Flutningur

Innflutningurin heldur fram at minka

Fyrstu 7 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,9 milliardir krónur.

Drongur

Baldur, Brandur og Kristian eru best umtóktu nøvnini hjá dreingjum føddir í 2022

Nøvnini Baldur, Brandur og Kristian eru fyri fyrstu ferð ovast á listanum fyri best umtóktu dreingjanøvn.

nøvn

Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvnini

Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, eru fólkanøvnini broytt seinastu árini. Lív og Hanna eru nú millum mest vanligu nøvnini á kvinnum, meðan Jónas er nýggjasta navnið millum mest vanligu nøvnini á monnum.

Gentur

Eva er best umtókta navnið hjá gentum føddar í 2022

Eva er vorðið eitt av nøvnunum, vit vanliga síggja ovast á listanum fyri best umtókta navn hjá gentum. Sum nakað nýtt er Elvira fyri fyrstu ferð á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini.

Ferðafólk

Skeivleikar í gistingarhagtølunum

Skeivleikar eru staðfestir í gistingarhagtølunum og hagtølini eru tí tikin aftur til skeivleikarnir eru rættaðir.

Eldri

Sami partur í fátækaváða — 7,7%

Í 2021 var parturin av fólki í fátækaváða 7,7%. Tað er á næstan sama stigi sum bæði í 2020 og 2019.

Børn í Føroyum

Inntøkubýtið óbroytt

Inntøkubýtið í Føroyum er nærum óbroytt. Í 2021 var gini-talið 21,0 í mun til 21,1 árið fyri, og fimtingslutfallið stendur í stað.

bussur

Stívliga 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august - vøksturin er 1,2%

1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,1%.

hilton3

Gistinæturnar í juli settu met - juni hildnaðist tó betur enn juli

Fleiri gistingar vóru á gistingarhúsunum í juli í ár enn í fjør. Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í julimánaði. Soleiðis er ikki í ár, tí fyri fyrstu ferð hava fleiri gistingar og innskrivingar verið í juni enn í juli, tá nærum øll kømur vóru upptikin.

drsu

54.600 fólk búðu í Føroyum 1. juli - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 609 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

bensin

Innflutningurin á sama støði sum í 2022

Fyrstu 6 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,9 milliardir krónur.

alir

Útflutningurin av fiskamjøli og líknandi vørum nógv vaksin

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,7 milliardir krónur. Tað eru 356 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.

Sjúkrahús

Føroyar næstflest heilsustarvsfólk í Evropa fyri hvønn íbúgva

Danmark, Føroyar og Noreg hava flest heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum tald í ársverkum borið saman við tey 20 londini í Evropa, sum hava upplýsingar tøkar um starvsfólk á sjúkrahúsum.

Sjúkrahús

Heilsustarvsfólkini á sjúkrahúsum 20 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani

Seinastu tíggju árini eru heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum farin úr góðum 15 ársverkum upp í knøpp 16 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar.

fískaúrdráttir

Vøksturin í útflutningsvirðinum steðgaður

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,5 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna skeið.

aliringar

Vøksturin í innflutningsvirðinum minkaður munandi

Innflutningurin uttan skip og flogfør 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 var 11,1 milliard krónur. Tað er 1,1 milliard krónur meira enn undanfarna skeið.

drsu

54.500 fólk búðu í Føroyum 1. juni - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 591 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Matvoruhandil

Árligi prísvøksturin er 4,4 prosent

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Brúkaraprístalið er vaksið 4,4 prosent seinasta árið. Tað eru matvøruprísirnir og hækkandi rentur, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin, meðan lægri prísur á brennievni tálmar vøkstrinum.

Fiskivinna

Vinnan minni bjartskygd

Konjunkturbarometrið fellur og er munandi lægri sammett við seinastu kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá vinnuni og húsarhaldunum. Tað er serliga í tilfeingis- og ídnaðarvinnuni umframt handilsvinnuni, at minni bjartskygni er at hóma. Støðan hjá húsarhaldunum er mest sum óbroytt.

Klæðir

Prísvøkstur ávirkar enn søluna av klæðum og fótbúnaði

Prísvøksturin er minkaður, men er enn høgur, og hetta sæst aftur á søluni. Hóast prísvøksturin á 'mati og drykkjuvørum' er hægst av teimum trimum smásøluvørubólkunum, so sær prísvøksturin í samfelagnum enn út til at ganga út yvir søluna av 'klædnavørum og fótbúnaði'.

Hotel Føroyar

Færri gistinætur í mai

Gistinæturnar vóru slakar 26.500 í mai, sum eru færri í mun til sama mánað í fjør.

læknah

Meir enn tríggjar viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva

Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2022 var 181.348, ið var 2% færri enn árið fyri. Av hesum vóru 9.200 avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Knapt 4.600 ella 2,5% av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

skipafl

Innflutningurin apríl 2023

Innflutningurin uttan skip og flogfør 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,5 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

útfl

Útflutningurin apríl 2023

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið.

tórshavn

Stívliga 54.400 fólk búðu í Føroyum 1. mai - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 572 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.431 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiðið.

kirkjug

Hjá mannfólki og konufólki er deyðatíttleikin av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum javnt stórur

Síðani aldarskiftið eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá mannfólki og konufólki. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum. Men við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini, er títtleikin lítið og onki broyttur — øktur eitt vet hjá mannfólki og óbroyttur hjá konufólki. Títtleikin er deyðatalið í mun til fólkatalið.

Ferðast í hagtølum

Ferðast í hagtølum?

Hvussu stórur er vøksturin í føroysku ferðavinnuni samanborin við ferðavinnuna í grannalondunum? Hvussu stór er ferðavinnan í ymsu økjunum í landinum?

KT-mennari til Hagstovu Føroya

KT-mennari til Hagstovu Føroya

Menningin av nýggjum hagtalsøkjum heldur á, og vit søkja nú eftir einum KT-mennara aftrat. Saman við tær verða vit seks fólk í KT-toyminum.

Fiskur

Útflutningurin mars 2023

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Innflutningur

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2022 til mars 2023 var 12,7 milliardir krónur. Tað eru 2,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

fødd

Stórt fall í føðitíttleikanum

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Men hetta er broytt síðstu fýra árini, har føðitíttleikin er minkaður munandi, niður í 2,4 børn í 2019, 2,3 bæði í 2020 og 2021, og í fjør niður í 2,05 barn. Tað er eitt stórt fall eftir so fáum árum.

pop

Stívliga 54.350 fólk búðu í Føroyum 1. apríl - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 569 persónum seinasta árið, og 1. apríl búðu 54.362 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Bilar

Ferðsluóhappini eru fækkað niður móti einum triðingi, meðan akførini eru meir enn tvífalt fleiri

Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðani aldarskiftið, har talið av akførum er økt til meir enn tað dupulta, og ferðsluóhappini samstundis eru fækkað niður móti einum triðingi.

abbi

Hækkandi livialdur ár eftir ár – men nú kom stígur í

Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin hjá konufólki nú í miðal 85,4 ár og hjá mannfólki 81,3 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva gott 4 ár longri enn ein maður. Bæði hjá konufólki og mannfólki er livialdurin hækkaður ár eftir ár tey síðstu nógvu árini.

politi

Stórur vøkstur í revsimálum um siðamisbrot

Revsilógarmálini fækkaðu meir enn eina helvt úr knapt 1.100 í 2007 niður í 532 í 2020. Men nú hevur verið ein vøkstur seinastu tvey árini upp í 634 í fjør. Eitt øki skilir seg burturúr, tað er fráboðanir um siðamisbrot, har tað hevur verið ein sera stórur vøkstur síðstu fimm árini. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni.

Mjørkadalur

Færri fongslað, men fleiri fongsulsdagar og fleiri rúsevnismál

Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men talið av fongsulsdøgum er ikki minkað samsvarandi. Fráboðað brot á rúsevnislógina eru blivin fleiri.

byggivinna

Áhaldandi stórur vøkstur í uppihalds- og arbeiðsloyvum

Síðstu 10 árini hevur verið ein alstórur vøkstur í talinum av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum, og heldur enn at støðga var vøksturin í 2022 tann størsti nakrantíð.

Renta

Prísirnir hækka framvegis, men ikki við somu ferð — vøksturin er 8,3%

Prísvøksturin heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Brúkaraprístalið er vaksið 8,3 prosent seinasta árið. Tað eru hækkandi rentur og streymprísur, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin.

gh

54.300 fólk búðu í Føroyum 1. mars - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 608 persónum seinasta árið, og 1. mars búðu 54.303 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Innflutningur

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,9 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2022 til februar 2023 var 12,8 milliardir krónur. Tað eru 3,3 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskur

Útflutningurin nærkast 13 milliardum krónum

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,1 milliard krónur 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

husihavn

Fleiri tinglýsingarskjøl um fastognir, færri um akfør

Í fjør vórðu sløk 14-túsund rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 1% færri enn í 2021. Av fastognarskjølum, ið eru nógv tey flestu, var vøksturin 7%, meðan tað var ein stór minking í tinglesingini viðvíkjandi akførum við 26%.

Húsasølur

Minkandi søla av sethúsum, men stórar príshækkingar um alt landið

Í fjør var ein stórur triðingur av sethúsasølunum í smærri bygdum, júst ein triðingur í størri bygdum og býum og ein lítil triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var umleið tann dupulti av prísunum á bygd.

Grønmeti

Sølan enn nógv merkt av prísvøkstrinum

Sølan frá 3. til 4. ársfjórðing veksur aloftast vegna jólasøluna, og seinasta ár var heldur einki undantak. Sølan í føstum prísum var harafturímóti lægri í øllum vørubólkum 4. ársfjórðing 2022 í mun til sama tíðarskeið í 2021. Sølutølini benda tó á, at hóast prísvøksturin hevur verið størstur á matvørum, so gongur hetta mest útyvir søluna hjá klædna- og skógvahandlum.

Kavarudding

Arbeiðsloysið 0,8% í februar

Arbeiðsloysið er lægst í Eysturoy og Vágum.

Innflutningur

Innflutningurin vaksin 3,2 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2022 til januar 2023 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskur

Útflutningurin veksur ikki longur við somu ferð

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,1 milliard krónur 12-mánaðarskeiðið frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Myllutjørn

1.524 nýggir bústaðir síðstu 8 árini, meðan fólkatalið vaks við 5.609

Síðstu átta árini hava vit havt stóran vøkstur í fólkatalinum í Føroyum. Samstundis hevur verið stórt byggivirksemi, har eisini talið av nýggjum bústøðum er økt munandi, tó ikki í sama mun sum vøksturin í fólkatalinum.

barn

Knapt 54.300 fólk búðu í Føroyum í februar - vøksturin er 1,2%

Fólkatalið vaks við 634 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.273 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,2%, sum er eitt vet minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Steinatún

Herbergini ikki pláss fyri fleiri heimleysum

Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya ger nú partar av heimloysinum upp í Føroyum. Uppgerðin vísir, at øll kømrini á herbergunum vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør.

Framleiðsla

BTÚ í føstum prísum: Størri vøkstur enn í grannalondunum

Høvuðstølini í tjóðarroknskapinum eru á fyrsta sinni gjørd upp í føstum prísum. Tað ber sostatt til at máta realvøksturin í føroyska búskapinum og sammeta hann við gongdina í búskapin í øðrum londum frá 2009 fram til 2021.

Hotel Føroyar

Besti januarmánaður higartil hjá gistingarhúsunum

Føroyingar áttu næstan helmingin av gistináttunum í januar í ár.

kavarudding

Arbeiðsloysið 0,8% í januar

Arbeiðsloysið er hægst millum tey 25 til 34 ára gomlu og lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu.

Útflutningur

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 2,4 milliardir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks 2,4 milliardir krónur í 2022 í mun til 2021. Hetta er ein 26% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin minkaði 6%.

innfl

Innflutningurin methøgur í 2022

Samlaði vøruinnflutningurin var 12,1 milliard krónur í 2022, hetta er 31% hægri enn í 2021.

saltnes

Stívliga 54.250 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan — vøksturin er 1,3%

Í fjør vaks fólkatalið við 678, og 1. januar búðu 54.255 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein árligan fólkavøkstur á 1,3% - tað sama sum í 2021. Samanborið við 2021 fyllir nettoflytingin meiri og burðaravlopið minni.

Tænastuvinnan

Tænastu- og tilfeingisvinnurnar minni bjartskygdar

Konjunkturbarometrið fellur, tí treystið er minni í mun til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá ymsu vinnubólkunum. Tað er serliga í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, at bjartskygnið minkar. Húsarhaldini vænta sær tó meira av framtíðini.

Ferðafólk

2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum

Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019.

Arbeiðsfjøld

Føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Evropa

Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini er, at bæði tey ungu, tey eldru og kvinnurnar í Føroyum eru meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

Arbeiðsfjøld

Trítúsund fólk aftrat í føroysku arbeiðsfjøldina seinastu fimm árini

Av teimum knapt 38.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru sløk 32.900 í arbeiðsfjøldini. Uttan fyri vinnu eru gott 5.800.

Mjólkarvørur

Prísirnir halda fram at hækka — vøksturin er 10,1%

Brúkaraprístalið er vaksið 10,1% seinasta árið. Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum eru hækkaðir, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin.

Løntakarar

Metnógvir løntakarar í jólamánaðinum

Løntakaratalið vaks 0,9% í desember samanborið við árið fyri. Bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

hýsa

Útflutt fiskavørur fyri 10,4 milliardir krónur

Tíðarskeiðið januar til november 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 10,4 milliardir krónur.

innflutningur_brennievni

Innflutningurin er komin í hæddina

Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør varð innflutt fyri 11,3 milliardir krónur.

Fiskivinna

11,2 milliardir útgoldnar í lønum í 2022 — vøksturin er 4,9%

Størsti vøkstur er innan fiskivinnu og aðra tilfeingisvinnur.

tórs

Stívliga 54.200 fólk búðu í Føroyum í desember — vøksturin er 1,2%

1. desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum. Tað eru 620 fleiri enn árið frammanundan. Vøksturin svarar til 1,2%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4%.

Prísurin á matvørum er nógv hækkaður

Mongdin av seldum mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkað 9%

Prísvøksturin seinasta árið hevur ávirkað smásøluna í Føroyum. 3. ársfjórðing 2021 til 3. ársfjórðing í fjør minkaði selda mongdin fyri vørubólkin ‘matur og alkoholfríar drykkjuvørur’ 9%. Fyri ávikavist ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ og ‘klædnavørur og fótbúnað’ minkaði selda mongdin 13 og 15%.

Hotel Tórshavn

Lakari heyst hjá gistingarhúsunum

Í november 2022 vóru góðar 8.000 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað er ein fjórðingur færri enn sama mánað í 2021.

Jobmatch

Arbeiðsloysið 0,7% í november — framvegis á søguliga lágum stigi

Bæði hjá monnum og kvinnum er arbeiðsloysið 0,7%. Í Vágum og í Eysturoynni er arbeiðsloysið 0,4%.

Innflutningur til byggivirki

Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,5 milliardir krónur.

TórshavnarHavn

Útflutningsvirðið heldur fram at vaksa

Tíðarskeiðið januar til oktober 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 9,3 milliardir krónur.

jól

54.150 búðu í Føroyum í november — vøksturin er 1,1%

Stívliga 54.150 fólk búðu í Føroyum 1. november. Tað eru góð 600 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá hann var 1,5%.

hotelhafnia3

Færri gistingar á gistingarhúsunum í oktober enn í fjør

Í oktober vóru slakar 15.300 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru færri enn tað var sama mánað í fjør.

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið 0,7% í oktober — enn á søguliga lágum stigi

Arbeiðsloysið hevur verið 0,7% síðani august í ár. Í Eysturoy er arbeiðsloysið 0,3%.

Labour Force

Kanning: Er føroyska arbeiðsfjøldin framvegis millum tær størstu í Evropa?

Í viku 47 frá 21. til 25. november verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2022 gjørd.

Innflutningur Norrøna

Innflutningurin aftur sett met

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 9,3 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár.

Norrøna

Fiskaútflutningurin vaksin 30 prosent

Tíðarskeiðið januar til september 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 8,3 milliardir krónur.

Kassi

900 milliónir í lønum í oktober — vøksturin er 6%

Góðar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í oktober. Tað eru 55 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 6,4%.

Løntakarar

27.900 løntakarar í oktober — 1,7% fleiri enn í fjør

Løntakararnir gerast fleiri og í oktober vóru stívliga 27.900 í løntakaraskaranum. Tað eru slakir 500 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,7%.

val

54.100 búðu í Føroyum í oktober — 1,2% fleiri enn í fjør

Stívliga 54.100 fólk búðu í Føroyum 1. oktober. Tað eru góð 660 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4%.

Aldurdómur

Soleiðis vórðu skattakrónurnar brúktar

Almennu útreiðslurnar vóru 11,7 milliardir krónur í 2021. Uppgerðin av almennum útreiðslum er dagførd til og við 2021. Til ber at síggja, hvussu almenn fyrisiting og tænasta raðfestir útreiðslurnar til almannavernd, heilsu, útbúgving og onnur virkisøki. Í útgreiningini av útreiðslubýtinum sæst m.a., at slakar tvær milliardir av útreiðslunum fóru til 'aldurdóm'.

Nógv vinningsbýti innan aling

1,8 milliardir í vinningsbýti í 2021

Feløg innan 'Aling' útlutaðu vinningsbýti á 335 milliónir, innan 'Matvøruframleiðslu' var vinningsbýtið 395 milliónir og 'Heil- og smásøla og umvæling av akførum' útlutaðu 445 milliónir í vinningsbýti í 2021.

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið ikki verið lægri

Í august og september var arbeiðsloysið 0,5%, ið svarar til 150 fulltíðararbeiðsleys.

brandan

Útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum

Í september vóru slakar 23.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Nú sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, meðan talið av føroyingum minkar samsvarandi.

Smør

Størsti árligi prísvøkstur í 40 ár

Brúkaraprístalið er vaksið 8,8 prosent seinasta árið. Tað er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum síðani fyrst í áttatiárunum. Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent. Sostatt er talan um størsta árliga prísvøkstur í 40 ár. Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið.

x

Fiskavøruútflutningurin yvir 11 milliardir

Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør.

bensin

Innflutningurin methøgur

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár.

Laksur

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks átta prosent í 2021

Vøkstur var aftur í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum í 2021 eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan var góðar 22,9 milliardir krónur, tað eru 431 túsund krónur fyri hvørt fólkið. Vøksturin var 1,7 milliard krónur, sum svarar til átta prosent, samanborið við 2020.

Starvsfólk í matvøruframleiðslu

Føroysk vinnufeløg komin fyri seg eftir korona

Nýggju roknskaparhagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði summar vinnugreinar lamnar. Harafturat vísa nýggju tølini, at vinnugreinin ‘Aling’ hevði eitt betri úrslit í 2021 enn 2020, men úrslitið var einans stívlig helvt av úrslitinum í 2019. Av framleiðsluvinnugreinunum eru úrslitini í ‘Matvøruframleiðslu’ hækkað við 158 mió. kr., meðan úrslitið í 'Byggivinnuni' minkaði niður í eina helvt frá 235 mió. kr. í 2020 til 106 mió. kr. í 2021.

AA

Avlopið á gjaldsjavnanum á sama støði sum í 2020

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2021 vísir ein lítlan vøkstur í mun til 2020.

Skúlin á Fløtum

Nettoskuldin hjá kommununum vaksin seinnu árini

Kommunurnar eru meira skuldabundnar nú, enn tær hava verið seinastu árini. Útreiðslur til rakstur og íløgur eru hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum. Tað er ymiskt, hvussu fíggjarstøðan hjá kommununum er.

dr

Lága burðaravlopið minkar um fólkavøksturin

Tann 1. september í ár var fólkatalið 54.081. Tað er vaksið við 636 fólkum ella við 1,2% í mun til somu tíð í fjør. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

Hilton

Tvífalt so nógvar gistinætur í summar borið saman við 2013

Síðani 2013 eru gistinæturnar meira enn tvífaldaðar á føroysku gistingarhúsunum summarmánaðirnar juni, juli og august, tá farið var undir at skráseta gistingar. Í ár vóru knapt 97.000 persónsgistinætur hesar mánaðirnar í mun til 44.000 í 2013.

Matborð

Prísvøkstur hevur ikki broytt gongdina í sølu av mati og húsbúnaði

Sølan av klæðum og fótbúnaði hevur verið væl lægri enn miðal undanfarin ár, men vaksandi prísirnir hava ikki broytt gongdina í sølu av mati og húsbúnaði.

Alivinna

Mesta heilivágssølan hjá apoteksverkinum er aftur til alivinnuna

Seinastu 20 árini er heilivágssølan hjá apoteksverkinum vaksin úr 118 milliónum krónum upp í 292 milliónir krónur. Størsti vøksturin er í søluni til alivinnuna, sum fyri 20 árum síðani lá um 20 milliónir krónur um árið, men í 2021 var hon 111 milliónir krónur. Sølan til alivinnuna er 38% av heilivágssøluni hjá apoteksverkinum.

bingjur

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 29% higartil í ár

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliardir krónur. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.

innf

Innflutt fyri 6,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,9 milliardir krónur, sum eru 1,9 milliardir meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Hotel Føroyar

900 milliónir í lønum í august — vøksturin er 8%

Knappar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í august. Tað eru slakar 70 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 8%.

Byggivinna

27.600 løntakarar í august — 1% fleiri enn í fjør

Knappliga 27.600 vóru í løntakaraskaranum í august, sum eru stívliga 260 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,0%.

g

Fólkatalið er nú 54.200 - vøksturin er 1,3%

670 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. august búðu 54.200 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

lsh

Fosturtøkurnar nakað fleiri og eru nú sum fyri 10 árum síðani

Í 2021 vórðu 32 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er nakað hægri enn seinastu 8 árini, har miðaltalið hevur verið um 25 árliga. Nú er tað á leið tað sama sum fyri eini 10 árum síðani. Tað er tó framvegis nógv lægri enn øll árini frá 1980-unum og fram til 2004. Og framvegis nógv lægst í Norðurlondum.

Heimsmál

Nýggj heimasíða við heimsmálunum

Hagstova Føroya hevur í dag almannakunngjørt nýggja heimasíðu, sum vísir, hvussu langt Føroyar eru ávegis at náa málunum um eitt burðardygt samfelag.

folk

Maria og Jákup framvegis vanligastu nøvn

Tó eru fólkanøvnini nógv broytt seinastu 20 árini

nøvn

Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir fødd í 2021

Av 10 teimum best umtóktu nøvnunum í 2021 eru Lív og Jónas tey einastu, sum eisini vóru millum 10 tey best umtóktu fyri 20 árum síðani.

bilar

Innflutt fyri 5,8 milliardir krónur fyrra hálvár

Fyrra hálvár í ár varð innflutt fyri 5,8 milliardir krónur, sum eru 1,5 milliardir meira enn fyrra hálvár í fjør.

alir

Útflutningurin av fiskavørum fyrra hálvár er 5,3 milliardir krónur

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,3 milliardir krónur. Tað eru 1,3 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.

strond

Knapt 700 fólk løgdust afturat fólkatalinum seinasta árið

Fólkatalið var 54.072 tann 1. juli í ár. Tað vaks við 698 fólkum ella 1,3% seinasta árið. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,5%. Vøksturin kemur av burðaravlopi á 163 og nettoflyting á 535.

Løðing á elbili

Brúkaraprístalið vaksið 7,3 prosent seinasta árið

Brúkaraprísirnir halda fram at vaksa. Annan ársfjórðing í 2022 øktust brúkaraprísirnir 7,3 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Talan er um størstu árligu broyting í brúkaraprístalinum seinastu 14 árini.

Hotel Føroyar

950 milliónir í lønum í juni — sama ferð á lønargjaldingunum sum undan koronu

Knappar 950 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í juni. Tað eru slakar 80 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er góð 9%.

maskin

Innflutningurin vaksin 2,3 milliardir krónur seinasta árið

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá juni 2021 til mai 2022 var 10,7 milliardir krónur. Hann er vaksin 28% í mun til undanfarna skeiðið.

fisk

Útfluttu fyri 10,4 milliardir krónur av fiskavørum seinasta árið

Útflutningurin vaks 3 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2021 til mai 2022 samanborið við undanfarna skeið.

Gníst

28.100 løntakarar í juni — 2% fleiri enn í fjør

Knappliga 28.100 vóru í løntakaraskaranum í juni. Tað er met fyri ein einstakan mánað. Hetta er samstundis aðru ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000. Seinast var í desember í 2021.

Gníst

Nú eru vit 54 túsund

Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og 1. juni búðu fyri fyrstu ferð 54.000 fólk í Føroyum. Síðani 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 1,3%. Lutfalsligi vøksturin er lægri enn í undanfarnu tíðarskeiðum, og tað kemur serliga av eini minking í burðaravlopinum.

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið 0,9% í apríl

Í apríl var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys.

Húsarhald

Konjunkturbarometrið á sama stigi í juni sum í januar í ár

Treystitalið er á júst sama stigi sum í undanfarnu kanning, sum var beint undan russisku innrásina í Ukraina. Húsarhaldini eru meira stúrin um útlitini enn áður, eins og handilsvinnan og byggivinnan eru ikki eins bjartskygd. Vinnubólkarnir "Tilfeingisvinnan og annar ídnaður" og "Tænastuvinnan", sum hava størst ávirkan á treystitalið, eru hinvegin meira bjartskygdir.

hafnia

Gistingarnar nærum trífaldaðust í mai í mun til í fjør

Nú sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, meðan talið av føroyingum minkar á gistingarhúsunum.

Sølan av klæðum og fótbúnaði minkað 25%

Sølan minkað nógv 1. ársfjórðing

Sølan av 'mati og alkoholiskum drykkivørum' og 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 minkaði meira enn sama tíðarskeið undanfarin ár. Sølan av 'klæðum og fótbúnaði' minkaði ikki eins nógv sum undanfarin ár.

Havn

Brúka nógv tilfar í Føroyum

Føroyar eru tað landið í Evropa, ið nýtir mest tilfar fyri hvønn íbúgva. 

fisk

Útfluttu fyri 10,8 milliardir krónur seinasta árið

Útflutningurin vaks 2,6 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá mai 2021 til apríl 2022 samanborið við undanfarna skeið.

maskin

Innflutningurin vaksin 2,2 milliardir krónur seinasta árið

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mai 2021 til apríl 2022 var 10,5 milliardir krónur. Hetta er 27% vøkstur frá undanfarna skeiði.

sandur

Fólkatalið nærkast 54.000

Tann 1. mai í ár var fólkatalið 53.941 og vaks sostatt við 687 fólkum seinasta árið. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3%. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

kirkjug

Deyðatíttleikin av krabbameini hjá monnum øktur síðstu 20 árini — hjá kvinnum er hann minkaður

Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðaorsøkunum hjá mannfólki og konufólki. Nógv færri doyggja nú enn áður av hjarta- og æðrasjúkum. Við hinari stóru høvuðsorsøkini, krabbameini, er títtleikin øktur hjá mannfólki og minkaður hjá konufólki.

Eldri

Sami partur í fátækaváða

Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða á næstan sama stigi sum 2019 — 7,6%.

Børn

Inntøkubýtið nakað javnari

Í 2020 var gini-talið 21,1 í mun til 22,0 árið fyri.

Bløð

Upplagið av tíðindabløðum minkað úr 46.650 niður í 11.500 eintøk seinastu 20 árini

Í fjør komu fýra bløð út um vikuna í tilsamans 11.500 eintøkum.

læknah

13% fleiri viðtalur hjá kommunulækna í 2021 enn áðrenn Covid-19

Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2021 var knappliga 188 túsund. Av hesum vóru umleið 9 túsund avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Stívliga 5 túsund ella 3% av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

Vindeygavask

27.800 løntakarar í apríl — 1,8% fleiri enn í fjør

Knappliga 27.800 vóru í løntakaraskaranum í apríl. Tað eru næstan 500 fleiri enn í apríl í fjør og svarar til ein vøkstur upp á 1,8%.

eld

Fólkatalið veksur framvegis, men við lægri ferð

687 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

livsævi

Livialdurin longist alsamt – men stórir munir eru millum heimsins lond

Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin í Føroyum hjá konufólki í uppgerðarárinum 2020/21 í miðal 85,7 ár og hjá mannfólki 81,4 ár. Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini.

aling

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,4 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið. Tað er met. Útflutningurin til Russlands minkaði í mars, men hinvegin hevur útflutningurin til Evropa ongantíð verið hægri ein ávísan mánað.

Bilurkoyr

Innflutningurin vaksin 1,8 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2021 til mars 2022 var 10 milliardir krónur. Tað er meir enn 1,8 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið. Tað er met.

Aliringar

Vinningsbýti á 8,5 milliardir krónur árini 2016 til 2020

Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2020. Hagtølini fevna um ikki-fíggjarlig feløg. Nýggju hagtølini vísa millum annað, hvussu fyrsta árið við koronufarsóttini hilnaðist í ymsum vinnugreinum í mun til undanfarin ár. Sum nakað nýtt innihalda vinnugreinahagtølini nú tøl fyri ‘Vinningsbýti’ og ‘Nettoíløgur’.

Havgrím

11.800 gistingar í mars — 23% fleiri enn í fjør

Í mars í 2022 vóru gistinæturnar 11.800 í tali á gistingarhúsunum. Tað er ein vøkstur upp á 23% í mun til sama mánað í fjør. Góð 39% av kømrunum á gistingarhúsunum vórðu brúkt í mars, samanborið við 29% í fjør.

Hús

Brúkaraprísirnir øktir 4,4 prosent seinasta árið

Fyrsta ársfjórðing í 2022 vaks brúkaraprístalið 4,4 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Í Føroyum eins og úti í heimi er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna í 2009.

Lønargjaldingar

920 milliónir í lønum í mars — eingin vøkstur

Seinasta árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi. Nú er vøksturin steðgaður upp.

hv

53.800 fólk búðu í Føroyum 1. mars - vøksturin er 1,4%

1. mars búðu knappliga 53.800 fólk í Føroyum. Tað er 730 fleiri í mun til somu tíð í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,4%. Hetta er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

kúgv

Stór miðsavning av landbúnaðargørðum síðstu 10 árini

Mjólkarframleiðslan vaks 10% síðstu tíggju árini – men garðarnir við mjólkkúm, ið vóru 28 í 2012, vóru 16 í 2021. Hesi tíggju árini var eisini framleitt eitt sindur meira av neytakjøti.

Klaksvík

14.000 tinglýsingarskjøl í 2021 – 6% fleiri enn árið fyri

Í fjør vórðu um 14.000 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 6% fleiri enn fyrra árið. Fastognarskjøl, ið eru nógv tey flestu, vóru 3% fleiri, meðan tað vórðu tinglisin 16% fleiri skjøl um akfør. Tinglesing um annað leysafæ minkaði 11%.

Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29 prosent

Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29 prosent

Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29% frá 3. til 4. ársfjórðing 2021. Hóast sølan eins og vanligt hækkar frá 3. til 4. ársfjórðing, so vísir uppgerðin av smásølu fyri 4. ársfjórðing 2021 m.a., at sølan innan allar vørubólkarnar er lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021.

Arbeiði

Arbeiðsloysið 1,0% í januar

Í januar var arbeiðsloysið 1,0%, ið svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys.

hotel FO

Gistingarnar kvinka spakuliga uppeftir

Februar er vanliga ein av laku mánaðunum hjá gistingarhúsunum við fáum vitjanum. Í februar 2022 vóru gistinæturnar um 9.000 í tali. Tað er ein vøkstur upp á 21% í mun til sama mánað í fjør. Góð 31% av kømrunum á gistingarhúsunum vórðu brúkt í februar, samanborið við 24% í fjør.

Tinganes

Skattatrýstið veksur

Samlaðu skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru slakar 9,3 milliardir krónur ella 43,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2020. Tað er ein øking í skattatrýstinum á 2,4 prosentstig í mun til 2019.

Útflutningur

Útflutningurin heldur fram at vaksa

Útflutningurin av fiskavørum vaks tvær milliardir krónur seinasta 12-mánaðarskeið (frá februar 2021 til januar 2022) samanborið við undanfarna skeið.

innfl

Innflutningurin heldur fram at vaksa

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2021 til januar 2022 var 9,4 milliardir krónur. Tað er 1,4 milliard krónur meira enn undanfarna skeið.

Byggivinna

900 milliónir í lønum í februar — varin vøkstur

Í februar vórðu um 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru slakar 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 2,7%.

Handil

27.200 løntakarar í februar — 0,8% fleiri enn í fjør

Knappliga 27.200 vóru í løntakaraskaranum í februar. Tað eru slakir 250 fleiri enn í februar í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 0,8%.

koll

Fólkatalið var 53.752 tann 1. februar

Fólkatalið er vaksið við 784 ella 1,5% seinasta árið. Tað er sami lutfalsligi vøkstur sum fleiri undanfarin tíðarskeið. Um gongdin heldur fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðar.

ung-eldri

Miðalaldurin er øktur við hálvsjeynda ári síðani 1985

Í 1985 var miðalaldurin hjá føroyingum 33,1 ár. Við ársbyrjan 2022 er hann 39,5 ár. Sostatt er miðalaldurin hesi árini øktur við 6,4 árum.

Mynd til grein

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum minkaði 2,8 prosent í 2020

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var 21,2 milliardir krónur í 2020. Koronufarsóttin ávirkaði føroyska búskapin í 2020, sum millum annað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan var slakar 600 millónir krónur ella 2,8 prosent minni enn í 2019.

Arbeiðsloysið

Arbeiðsloysið 0,9% í desember

Í desember var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 255 fulltíðararbeiðsleys.

hotel FO

Gistingarnar kvinka spakuliga uppeftir

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst vitjanum á gistingarhúsunum. Í januar 2022 vóru gistinæturnar góðar 6.900 í tali. Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600. Bæði seta met fyri januarmánað.

innfl

Innflutningurin methøgur í 2021

Samlaði vøruinnflutningurin var 9,3 milliardir krónur í 2021, hetta er 13,8% hægri enn í 2020.

th

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 1,5 milliardir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks 1,5 milliardir krónur í 2021 í mun til 2020. Hetta er ein 20% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 3%. Sostatt er útflutningurin methøgur.

Sjúkrahúsverk

Slakar 820 milliónir í lønum í januar

Í januar vórðu knappliga 820 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru nærum 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør ella ein vøkstur upp á 6,2%.

Kavarudding

26.800 løntakarar í januar — 1,2% fleiri enn í fjør

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst løntakarum, meðan desembermánaður vanliga hevur flest løntakarar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí stórur og soleiðis er eisini hesa ferð. Í desember í fjør vóru fleiri enn 28.000 løntakarar og í januar í ár vóru 26.800 í løntakaraskaranum.

k

1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021. Tað er ein vøkstur á 1,4%. Hóast vøksturin er eitt vet minni enn í 2020, heldur fólkatalið fram við at vaksa, og 1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum.

KT-mennari til Hagstovu Føroya

KT-mennari til Hagstovuna

Á Hagstovuni byggja vit skipanir, so hagtølini um føroyska samfelagið kunnu framleiðast so smidliga sum til ber. Saman við tær verða vit seks fólk í KT-toyminum.

Starvslýsing

Búskaparfrøðingur til Hagstovuna

Á Hagstovuni framleiða vit hagtølini, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.

Mynd til grein

Konjunkturbarometrið aftur á sama stigi sum undan koronu

Konjunkturbarometrið vísti lutfalsliga stórt fall beint sum korona rakti fyri tveimum árum síðan, men er síðan á sumri í 2020 aftur hækkað og er nú á sama stigi, sum undan korona fór at gera um seg. Nýggjasta kanningin vísir, at hesaferð eru tað serliga ávísarnir fyri privatar tænastuvinnur og byggivinnuna, ið hækka mest, meðan ávísin fyri húsarhald lækkar eitt vet.

ung

Føroyingar byrja fyrr og gevast seinni at arbeiða

Samanborið við onnur lond eru bæði tey heilt ungu og tey eldru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

sólsetur

2021 gjørdist eitt gott ár hjá gistingarhúsunum

Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum var knappliga 175.000 í 2021. Innskrivingarnar vóru góðar 72.000 í tali. Hetta er tað hægsta, síðan Hagstova Føroya fór undir at skráseta gistingar í 2013. Harvið gjørdist 2021 eitt metár hjá gistingarhúsunum.

poting

Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa

Av teim umleið 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 32.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin.

Skúvoy

Brúkaraprísirnir øktir 3,4 prosent seinasta árið

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum fyri fjórða ársfjórðing í fjør vísir, at í miðal eru prísirnir øktir 0,7 prosent í mun til triðja ársfjórðing í fjør. Samanborið við sama ársfjórðing í 2020 er vøksturin 3,4 prosent. Í Føroyum eins og aðrastaðni í heiminum er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan.

x

Útflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar

Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør útfluttu vit fiskavørur fyri 14,3% meir enn somu mánaðir í 2020.

oljub

Innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar

Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør varð innflutt fyri 8,4 milliardir krónur.

kavi

10,6 milliardir útgoldnar í lønum í 2021 - vøksturin er 3,6%

Nú desember-mánaður í 2021 er upptaldur, eru lønargjaldingarnar eisini gjørdar upp fyri alt árið. Í desember var fyrstu ferð, at lønargjaldingarnar fóru upp um milliardina og er samstundis met fyri einstakan mánað.

Jól

Metnógvir løntakarar í desember

Í desember eru vanliga flest løntakarar. 2021 var einki undantak, tað vóru góð 28.050 í løntakaraskaranum í desember. Tað er met og eisini fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000 ein einstakan mánað.

saltnes

816 fólk løgdust afturat síðsta árið

Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 53.686. Tað er vaksið við 816 fólkum ella 1,5% í mun til 1. desember árið fyri.

Hafnia

Gistingarnar í november settu met

Í november 2021 vóru gistinæturnar knappliga 10.400 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23% samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4%) enn í 2019.

Sølan av klæðum og fótbúnaði hækkað 11%

Sølan av klæðum og fótbúnaði hækkað 11%

Uppgerðin av smásølu fyri 3. ársfjórðing 2021 vísir m.a., at sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð er lækkað 6%, meðan sølan av klædnavørum og fótbúnaði hækkaði 11% frá 3. ársfjórðingi í 2020 til 3. ársfjórðing í 2021.

Runavík

Fleiri fólk í hvørjum húski í Føroyum enn í Danmark

Í Føroyum búgva í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski og í Danmark 2,1 fólk. Húskini í ymsu økjunum í Føroyum líkjast hinvegin rættiliga nógv, tó við onkrum undantøkum.

hús

Í fjórða hvørjum húski býr eitt fólk – hesi eru 9% av fólkatalinum

Av teimum umleið 18.000 húskjunum í Føroyum eru tað næstan tveir triðingar, har eingi børn eru í húskinum. Í 25% av húskjunum er ein vaksin, í 24% tvey vaksin og í 15% trý ella fleiri vaksin.

x

Útflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,4% meir enn somu mánaðir í fjør.

innfl

Stórur vøkstur í innflutninginum

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,6 milliardir krónur. Hetta er tað mesta nakrantíð.

Ternan

910 milliónir í lønum í november

Í november vórðu góðar 910 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru næstan 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

Vindmylla

27.500 løntakarar í november — lítil og eingin vøkstur

Tað vóru góð 27.500 í løntakaraskaranum í november. Tað eru stívliga 300 fleiri enn í november í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 1,2%.

s

53.613 fólk búðu í Føroyum 1. november í ár

Fólkatalið er vaksið við 810 samanborið við somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 1,5%. Meira enn helvtin av vøkstrinum er í Streymoynni.

Bátur

Arbeiðsloysið 0,9% í september

Í september var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys.

Gjáargarður

Tvífalt so nógvar gistingar í oktober

Eins og í september, vóru næstan tvífalt so nógvar gistingar í oktober í mun til í fjør. Í oktober vóru gistinæturnar stívliga 16.400 í tali, sum er met fyri einstakan oktobermánað. Gistinæturnar vuksu 88% samanborið við sama mánað í fjør ella 22% í mun til 2019.

korona

Kanning: Er føroyska arbeiðsfjøldin enn millum tær størstu í Evropa?

Í hesi vikuni frá 22. til 27. november verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2021 gjørd.

innfl

Innflutningurin sett met annan mánaðin á rað

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,5 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.

bakkafr

Útflutningurin fyrstu 9 mánaðirnar

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7% meir enn somu mánaðir í fjør.

Inntøkubýti

Javnari inntøkubýti og færri undir fátækaváðamarkinum í 2019

Nýggjasta inntøkuuppgerðin vísir, at tað vóru lutfalsliga nógv færri undir fátækaváðamarkinum í 2019 í mun til undanfarin ár. Uppgerðin vísir, at inntøkubýtið millum føroyingar eisini er vorðið javnari.

j

Seinasta árið løgdust 805 fólk afturat í Føroyum

Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 53.513. Tað er vaksið við 805 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Størsti vøksturin var í Suðurstreymoyar øki, meðan størsta afturgongdin var í Sandoyar øki.

LSH

102 fleiri ársverk í sjúkrahúsverkinum seinastu tíggju árini

Í 2020 vóru nærum 1.100 ársverk í sjúkrahúsverkinum. Tað eru góð 100 fleiri enn tíggju ár frammanundan. Ársverkini hjá læknum vóru 32 fleiri, svarandi til ein vøkstur á 37%. Ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum vóru 59 fleiri, ið er ein vøkstur upp á 17%.

62n

Tvífalt so nógvar gistingar í september

Í september vóru gistinæsturnar stívliga 20.600 í tali. Tað er met fyri septembermánað. Gistinæturnar vuksu 94% samanborið við sama mánað í fjør ella 30% í mun til 2019.

x

Útflutningurin fyrstu 8 mánaðirnar

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7% meir enn somu mánaðir í fjør.

bensin

Innflutningurin methøgur

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.

Mynd til grein

Brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent seinasta árið

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum fyri triðja ársfjórðing vísir, at í miðal eru prísirnir tætt við teir somu sum annan ársfjórðing í ár og 3,1 prosent hægri í mun til sama ársfjórðing í fjør. Prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum og til flutning er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum.

Lønargjaldingar

910 milliónir í lønum í september — støðugur vøkstur

Í september vórðu góðar 910 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru stívliga 30 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør.

j

Fólkatalið vaks við 854 síðsta árið

1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,6%.

Løntakarar

27.400 løntakarar í september — vøksturin er avtakandi

Tað vóru góð 27.400 í løntakaraskaranum í september. Tað eru stívliga 500 fleiri enn í september í fjør.

skuli

Færri skúlabørn í ár enn fyri fimtan árum síðani

Í ár er næmingatalið í fólkaskúlanum 7.300. Fyri fimtan árum síðani var tað útvið 7.600. Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum. Í barnaskúlanum er talið eisini minkað munandi. Í sama tíðarskeiði var stórur vøkstur í forskúlaflokkum og serflokkum.

Hilton

Gongd komin aftur á gistingarnar - stívliga 27.100 gistingar í august

Tað er met fyri augustmánað. Gistingingarnar eru vaksnar 73% samanborið við august í fjør. Í mun til august í 2019 er vøksturin 20%.

KT-mennari til Hagstovu Føroya

KT-mennari til Hagstovu Føroya

Á Hagstovuni byggja vit skipanir, so hagtølini um føroyska samfelagið kunnu framleiðast so smidliga sum til ber. Vit hava júst sett ein mennara og nú søkja vit eftir einum afturat. Saman við tær verða vit seks fólk í KT-toyminum.

Vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkivørum stendur ikki við

Vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum stendur ikki við

Uppgerðin av smásølu fyri 2. ársfjórðing 2021 vísir m.a., at vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum er lækkaður samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og hóast søla av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í miðal er hækkað seinastu 10 árini, so er umsetningurin av hesum vørubólki minkaður við 12,7% frá 2. ársfjórðingi 2020 til sama ársfjórðing í ár

laksur

Útflutningurin av fiskavørum 4,6 mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar

Fyrstu 7 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5% meir enn somu mánaðir í fjør.

matbord

Innflutningur vaksin 7% higartil í ár

Fyrstu 7 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 4,9 milliardir krónur, sum er 300 milliónir meira enn somu mánaðir í fjør.

Fiskur

27.300 løntakarar í august — stendur í stað

Tað vóru 27.300 í løntakaraskaranum í august. Tað eru um 800 fleiri enn í august í fjør.

n

Fólkatalið farið upp um 53.500

Nettoflytingin er minkað nakað og er nú á sama støði sum í 2017. Harafturímóti er burðaravlopið tað hægsta síðan 2003.

Læknahúsið í Hoyvík

Vitja kommunulæknan hálvafjórðu ferð um árið

Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2020 var stívliga 185-túsund. Tað er gott 11% fleiri enn árið fyri. Av hesum vóru umleið 25-túsund avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Knappliga 4-túsund ella 2% av viðtalunum vóru viðtalur hjá fólki við bústaði uttanlands.

barnavognar

Elias og Vár vóru best umtóktu nøvnini til børn fødd í 2020

Nøvnini Maria og Jákup eru framvegis vanligastu nøvnini í Føroyum.

Tarv

Arbeiðsloysið 1,2% í juni

Í juni var arbeiðsloysið 1,2%, ið svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys.

HF

Knappliga 31.300 gistingar í juli — besti mánaður nakrantíð

Tað er met fyri ein einstakan mánað. Í mun til juli-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við knappliga 50%. Samanborið við juli í 2019, sum hevði gamla metið, er vøksturin 25%.

Útflutningur

Útflutningurin av fiskavørum á sama stigi sum í fjør

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur. Tað er tað sama sum í fjør.

Húsarhaldsnýtsla

Innflutt fyri 4,2 milliardir krónur fyrra hálvár

Fyrra hálvár í ár varð innflutt fyri 4,2 milliardir krónur, sum er 300 milliónir meira enn fyrra hálvár í fjør.

havnin

Støðuga gongdin í fólkatalinum heldur fram

1. juli búðu 53.399 fólk í Føroyum. Seinasta árið løgdust 796 fólk afturat, sum er ein vøkstur á 1,5% samanborið við 1. juli í fjør. 

Skúvoy

27.800 løntakarar í juli — stendur í stað

Løntakaraskarin var 27.800 í juli. Tað eru knappliga 500 fleiri enn í juli í fjør.

búpláss

Búplássini í eldrarøktini einki broytt seinastu 5 árini

Tað vóru 642 búpláss í teim átta kommunalu samstarvsøkjunum í oktober í 2020, einans 4 fleiri enn í 2015. Talið av búfólkum er heldur ikki broytt hesi árini: tey vóru 621 í 2015 og 620 í 2020.

Útflutningur

Útfluttu fyri 8,2 milliardir krónur seinasta árið — virðið minkað 13%

Samlaði vøruútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni í 2020 til mai í 2021 samanborið við undanfarna skeið. Tað svarar til eina minking á 13%. Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1 milliard krónur, sum svarar til eina minking á 12%.

Húsarhaldsnýtsla

Innflutningurin 8,3 milliardir seinasta árið — vøksturin er 1%

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá juni í 2020 til mai í 2021 var 8,3 milliardir krónur. Tað er áleið tað saman sum undanfarna skeið ella ein vøkstur á 1%.

Brennievni og bilur

Brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent seinasta árið

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent.

Korona

5,2 milliardir í lønum fyrra hálvár — 2,8% meira enn í fjør

Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 140 milliónir ella 2,8% meira enn fyrra hálvár í fjør. Samanborið við fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani er vøksturin 5,4%.

Byggivinna

27.500 løntakarar í juni — 1.000 fleiri enn fyri ári síðani

Løntakararnir vóru 27.500 í juni. Tað eru knappliga 1.000 fleiri enn í juni í fjør.

sandur

Fólkatalið 1. juni 2021

1. juni í ár búðu 53.358 fólk í Føroyum. Síðan 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 834 fólkum svarandi til 1,6%.

Konjunkturbarometrid

Konjunkturbarometrið hækkar enn

Tær 5 hálvárligu kanningarnar, sum hvør í sínum lagi geva ábendingar um støðu og væntanir til ymsar spurningar hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum, eru júst gjørdar. Samanumtikið geva hesar 5 kanningarnar eitt treystital, og eftir eitt lutfalsliga stórt fall í treystitalinum fyri einum ári síðan, er treystitalið hækkað hesi seinastu tvey kanningarumførini og nærkast langtíðarmiðal.

Smásølan fyrstu mánaðirnar í ár væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør

Smásølan fyrstu mánaðirnar í ár væl størri í mun til sama tíðarskeið í fjør

Vanligt er, at sølan 1. ársfjórðing er slakari enn 4. ársfjórðing, tá jólasølan ger seg galdandi. Nýggjastu tølini vísa, at sølan 1. ársfjórðing í ár er væl størri í mun til 1. ársfjórðing í fjør.

x

Knappliga 10.500 gistingar í mai - 40% minni enn fyri tveimum árum síðani

Tað eru nú fleiri sum gista á føroysku gistingarhúsunum. Í mun til mai-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við góðum 260%. Hinvegin minkaðu gistingarnar 40%, samanborið við mai í 2019.

fisk

Útfluttu fyri 8,1 mia. kr. seinasta árið

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,1 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (mai 20 - apr. 21) samanborið við undanfarna skeið.

maskin

Innflutningurin 8,2 mia. seinasta árið

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mai 20 - apr. 21) var 8,2 mia. kr. Tað er 300 mió. kr. minni enn undanfarna skeið.

nes

Fólkatalið heldur fram við at vaksa

Gongdin í fólkatalinum heldur fram og 1. mai í ár búðu 53.305 fólk í Føroyum. Samanborið við somu tíð í fjør er hetta ein vøkstur á 863 fólk ella 1,6%.

kirkjug

Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum – við krabbameini er óbroytt

Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini.

KT-leiðari

KT-leiðari til Føroya mest fjølbroytta dátuhús

Vilt tú vera við til at menna og leiða Føroya mest fjølbroytta dátuhús?

Búskaparfrøðingur

Búskaparfrøðingur til Hagstovuna

Á Hagstovuni framleiða vit hagtølini, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.

sundsv

Innflutningurin minkaður hálva mia.

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (apr. 20 - mar. 21) var 8,1 mia. kr. Tað er meir enn hálva mia. kr. minni enn undanfarna skeið. Telja vit ikki skip og brennievni við, er innflutningurin minkaður 88 mió. kr. ella 1,1%.

aling

Útflutt fyri hálva aðru mia. minni

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (apr. 20 - mar. 21) samanborið við undanfarna skeið.

Byggivinna

Úrslitið fyri allar vinnur lækkaði við 14% í 2018, men hækkaði við 15% í 2019

Rakstrarhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd fyri árini 2018 og 2019. Roknskapartølini vísa, at hóast eina afturgongd í úrslitinum frá 2017 til 2018 á 14%, so hækkaði úrslitið við 15% í 2019 frá 2,38 milliardum krónum í 2018 til 2,75 milliardir krónir í 2019. Hetta er tó eitt vet lægri enn samlaða úrslitið fyri allar vinnur í 2017, tá úrslitið lá um 2,77 milliardir krónur.

Fiskavirki

900 milliónir í lønum í apríl — vaksa nú aftur

Í apríl vórðu knappar 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 50 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.

Koppseting

27.300 løntakarar í apríl — 2.000 fleiri enn í fjør

Løntakaraskarin var 27.300 í apríl. Tað eru knappir 2.000 fleiri løntakarar enn í apríl í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.

Runavík

Fólkatalið var 53.223 tann 1. apríl

Tann 1. apríl í ár var fólkatalið 53.223. Tað er vaksið við 837 fólkum svarandi til ein vøkstur uppá 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommunu. Lutfalsliga stóri fólkavøksturin í Sandoy og í Suðuroy heldur fram.

hoyvik

Nettoognin uttanlands heldur seg á sama støði

Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2019, og dagførdu tølini vísa millum annað, at føroyska nettoognin í útlandinum seinastu fýra árini er á hædd við nettoognina innan fíggjarkreppuna fyri umleið tíggju árum síðan.

AA

Avlopið á gjaldsjavnanum er enn stórt

Uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans vísir framhaldandi stórt avlop árini 2018 og 2019.

N_LSH

Vøksturin í uppihalds- og arbeiðsloyvum støðgaður á

Eftir stóra vøksturin í talinum av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum tey seinastu árini, støðgaði vøksturin upp í 2020, og talið av loyvum var tað sama sum í 2019.

Bilar

Akførini eru meir enn dupult so nógv sum við aldarskiftið, men ferðsluóhappini eru fækkað niður í ein triðing

Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðani aldarskiftið, har talið av akførum er økt til meir enn tað dupulta, og ferðsluóhappini samstundis eru fækkað niður um ein triðing.

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið 1,6% í februar

Í februar var arbeiðsloysið 1,6%, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys.

havn

Ársuppgerðirnar um íbúgvaviðurskifti eru dagførdar

Nú eru talvurnar við ársuppgerðum um íbúgvaviðurskifti í hagtalsgrunninum dagførdar.

62n

Um 9.500 gistingar í mars - 3,7% minni enn fyri tveimum árum síðani

Tað var um hálvan mars í fjør, at Føroyar fóru niður í ferð. Í mun til hendan mánaðin í fjør vaks gistitalið við 110%. Hinvegin minkaðu gistingarnar 3,7% samanborið við mars í 2019.

Politi

Stór minking í flestu revsimálum – uttan í siðamisbrotum

Revsilógarmálini eru fækkað eina helvt seinastu 13 árini, úr 1.100 í 2007 til 532 í fjør. Minkingin er stór á flestu økjum – uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni.

Mjørkadalur

Færri fongslað, men fleiri brot á rúsevnis- og vápnalóg

Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men talið av fongsulsdøgum er ikki minkað samsvarandi. Brotini á rúsevnislóg og vápnalóg eru blivin fleiri.

Føroya Rættur

Nógv færri mál í Føroya Rætti, Fútarættinum og Skiftirættinum í 2020

Rættarmálini eru nógv og fjølbroytt, sløk 1.300 sakarmál avgreidd í Føroya Rætti í fjør, gott 2.000 mál í Fútarættinum og sløk 500 í Skiftirættinum. Haraftrat gott 80 í Yvirfriðingarnevndini.

utfl

Útflutningurin beint undir 8 mia.

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (mar. 20 - feb. 21) samanborið við undanfarna skeið.

x

Innflutningurin, uttan skip og brennievni, vaksin

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mar. 20 - feb. 21) var 8,1 mia. kr. Tað er 340 mió. kr. minni enn undanfarna skeið. Telja vit ikki skip og brennievni við, er innflutningurin vaksin.

Bilur

Brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent seinasta árið

Brúkaraprísirnir fyrsta ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fjórða og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til fjórða ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent.

Trom

925 milliónir í lønum í mars - vøksturin nærum steðgaður upp

Í mars vórðu 925 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør.

Lærari

27.400 løntakarar í mars

Løntakaraskarin var 27.400 í mars, sum eru 520 fleiri løntakarar í mun til mars í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,9%. 

Burður

Burðaravlopið gevur vaksandi íkast til fólkatalið

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 53.108. Tað er vaksið við 809 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Hetta er næstan sami vøkstur sum undanfarna 12-mánaðarskeiðið, tá vøksturin var 823 fólk ella 1,6%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes og Vágs kommunum. Merkisvert er nú við lutfalsliga stórum vøkstri í Sandoy. Eisini er ein ávísur vøkstur í Suðuroy.

Tinglýsing

13.200 tinglýsingarskjøl – 9.900 um fastogn og 3.300 um akfør o.a. leysafæ

Í fjør vórðu um 13.200 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 3% fleiri enn árið fyri. Í fastognarskjølum, ið eru nógv tey flestu, var vøksturin 9%, meðan tað var ein minking í tinglýsingini viðv. akførum o.ø. leysafæ við 14%.

Sølan av klædnavørum og fótbúnaði vaksin 20%

Sølan av klædnavørum og fótbúnaði vaksin 20%

Keypihugurin hjá føroyingum er ikki neiliga ávirkaður av koronu

hafnia

14% fleiri gistinætur í februar

Hóast vøkstur í gistináttum, vórðu lutfalsliga færri kømur brúkt samanborið við februar í fjør.

útfl

Útflutningurin minkaður nógv seinasta árið

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeið (feb. 20 - jan. 21) samanborið við undanfarna skeið.

innfl

Innfluttu fyri 8 mia. krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 20 - jan. 21) var 8 mia. kr. Tað er 400 mió. kr. minni enn undanfarna skeið.

Alivinna

875 milliónir í lønum í februar - vøksturin nærum steðgaður upp

Í februar vórðu 875 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 17 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

Pitsa

26.800 løntakarar í februar – nærum tað sama sum fyri ári síðani

Løntakaraskarin var 26.800 í februar, sum er á leið tað sama sum februar í 2020.

Hoyvík

Fólkatalið er farið upp um 53 túsund

Tann 1. februar í ár var fólkatalið 53.022. Tað er vaksið við 798 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Hetta er eitt lítið sindur lakari vøkstur enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði, tá vøksturin var 1,7%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Tvøroyrar og Vágs kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.

lsh

Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani

Í 2020 vórðu 28 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støðið, sum hevur verið seinastu 5 árini, har miðaltalið er 24. Tá talið var størst seinnu helvt av 1980-unum, var tað um 80-85 fosturtøkur um árið og er sostatt umleið ein triðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.

Arbeiðsfólk

Føroyska arbeiðsfjøldin tann virknasta í Europa, fyri kvinnur og menn, ung og eldri

Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.800 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Hetta svarar til 84%. Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk í hesum aldri, svarandi til 16%. Hetta er størsti vinnutíttleikin samanborin við onnur lond í Europa.

Betongbilur

Arbeiðsloysið 1,3% í desember

Í desember var arbeiðsloysið 1,3%, ið svarar til 400 fulltíðararbeiðsleys.

Hotel Hilton Garden Inn

Gistingarnar minkaðu góð 40% í 2020

Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum minkaðu 70.000 ella 40% í 2020 í mun til árið fyri. Tað er lutfalsliga minni enn í Danmark og í Íslandi, har gistingarnar minkaðu ávíkavist sløk 50% og 70%.

Hotel Brandan

20% vøkstur í gistingunum fyrsta mánað í ár

Januarmánaður hildnaðist munandi betur enn sama mánað í fjør

aling

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 8,2 prosent í 2019

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var stívliga 20,9 milliardir krónur í 2019. Tað eru útvið 1,6 milliardir krónur meira enn í 2018. Vøkstur var innan flestu vinnur, tó stavaði meira enn helmingurin av vøkstrinum frá fiskiveiðu, fiskaaling og virking av fiskavørum, sum í mestan mun framleiða vørur til útlendskar marknaðir.

innfl

Innfluttu fyri 8,1 mia. í 2020. Tað sama sum árið fyri.

Samlaði innflutningurin í 2020 er áleið tann sami sum í 2019, og 5% størri enn í 2018. Síðan 2014 er innflutningurin vaksin millum 2 og 10% um árið, men nú er vøksturin steðgaður.

útfl

Útflutningurin av fiskavørum minkaður 1,2 mia. kr.

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,2 mia. kr. í 2020 í mun til 2019. Í nøgd var minkingin 1%.

Drongur og seyður

Eisini í fjør skapti stórt føðital, lágt deyðatal, stór tilflyting og minni fráflyting ein stóran fólkavøkstur

Tann 1. janurar í ár var fólkatalið 52.967. Tað er vaksið við 848 fólkum ella 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Merkisvert er lutfalsliga stóri fólkavøksturin í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppsteðgaður í Vágum.

Koppseting

Konjunkturbarometrið hækkar aftur

Tær 5 hálvárligu kanningarnar, sum hvør í sínum lagi geva ábendingar um støðu og væntanir til ymsar spurningar hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum, eru júst gjørdar. Samanumtikið geva hesar 5 kanningarnar eitt samanvigað treystital, sum hesaferð er hækkað í mun til kanningarnar frá juni í fjør.

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið 1,4% í november

Í november var arbeiðsloysið 1,4%, ið svarar til 405 fulltíðararbeiðsleys.

ff

Væl minni av toski varð avreiddur í 2020

Í 2020 varð væl minni avreitt av toski fiskaður í føroyskum øki í mun til 2019. Nøgdin fall úr góðum 20 túsund tonsum í 2019 niður í góð 9 túsund tons í fjør, sum er meira enn ein helvtar minking – 53,5%.

havn

Innflutningur av olju fyllir minni og húsarhaldsnýtslan fyllir meira

Samlaði innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í 2020 er áleið tann sami sum árið fyri.

aling

Útflutningurin av fiskavørum minkaður 11% í virði, meðan nøgdin er vaksin 4%

Nú bert ein mánaður manglar í uppgerðini fyri 2020, sæst at útflutningsvirðið av fiskavørunum er minkað 11% samanborið við sama tíðarskeið í 2019. Um vit samanbera við 2018 er tað vaksið 7%.

Oljubátur

Brúkaraprísirnir eru í miðal øktir 0,3 prosent í 2020

Brúkaraprístalið verður gjørt upp 4 ferðir árliga, og nú allar uppgerðirnar fyri 2020 eru tøkar, sæst, at brúkaraprístalið í 2020 í miðal var 121,4. Miðalbrúkaraprístalið í 2019 var 121,0, sum merkir, at prísirnir á vørum og tænastum til nýtslu hjá húsarhaldum í miðal eru øktir 0,3% í 2020 samanborið við 2019.

corona-frisør

Góðar 10 mia. útgoldnar í lønum í 2020 - vøksturin er 2,1%

Í 2020 vórðu 10,3 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 2,1% í mun til 2019. Hetta er minsti vøkstur í lønargjaldingunum síðan 2013, tá hann var 1,3%.

Atlantsflog

30% færri gistingar í november í mun til árið fyri

Í november gistu ferðafólkini 6.600 nætur á gistingarhúsunum.

Hagfrøðingur til Hagstovu Fæ

Hagfrøðingur til Hagstovu Føroya

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.

Jólamenn

27.700 løntakarar í desember – 1,2% fleiri enn sama mánað árið fyri

Tað eru góðir 300 fleiri samanborið við desember í 2019

Dalur

Fólkatalið farið at økjast í Sandoy – og í Suðuroy

Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 52.920. Tað er vaksið við 847 fólkum ella 1,6% í mun til somu tíð fyrra árið. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.

Sølan av mati og húsbúnaði vaksin 15 prosent

Sølan av mati og húsbúnaði vaksin 15 prosent

Triðja ársfjórðing í 2020 vaks umsetningurin fyri ‘matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur’ og ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ umleið 15% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Umsetningurin fyri ‘klædnavørur og fótbúnað’ vaks 6%.

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið 1,3% í oktober

Í oktober var arbeiðsloysið 1,3%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,9%.

Skúlin á Fløtum

860 milliónir í november - stígur í lønargjaldingunum

Í november vórðu góðar 860 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 5 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

skurð

Fleiri ársverk í sjúkrahúsverkinum

Í 2019 vóru gott 1.050 ársverk í sjúkrahúsverkinum, 806 á Landssjúkrahúsinum, 127 á Klaksvikar og 118 á Suðuroyar sjúkrahúsi

olja

Innflutningur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksin 8%

Innflutningurin minkaði 145 mió. fyrstu 10 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.

x

Útflutningurin minkaður 850 mió. kr.

Útflutningurin er minkaður 850 mió. kr. fyrstu 10 mánaðirnar. Tað er 11%

x

Arbeiðsloysið 1,4% í september

Í september var arbeiðsloysið 1,4%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.

x

Væl minni av toski avreiddur í ár

Fyri tíggju mánaðir januar til og við oktober í ár er væl minni avreitt av toski veiddur í føroyskum øki í mun til sama tíðarskeið í fjør.

x

Næstan 5.000 færri gistingar í oktober, men føroyingar gista meira

Í oktober gistu ferðafólkini 8.700 nætur á gistingarhúsum. Tað er 35% minni enn sama mánað í fjør. Tó er talið av gistináttum hjá føroyingum vaksið við góðum fjórðingi.

x

Er føroyska arbeiðsfjøldin enn millum tær størstu í Evropa?

Í komandi viku frá 23. til 29. november verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2020 gjørd.

x

Innflutt fyri 200 mió. kr. minni í brennievni

Innflutningurin minkaði eitt sindur fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Minkingin var 68 mió, ella 1%

utfl

Meira útflutt av makreli

Til og við september útfluttu vit fyri 6,3 mia. kr. Tað er 7% minni enn í fjør.

Hvalba

865 milliónir í lønum í oktober - stígur komin í

Í oktober vóðru góðar 865 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 23 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

ÍSF-húsið

27.200 løntakarar í oktober – 0,3% fleiri enn í fjør

Tað eru knappliga 100 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 0,3%.

Skúvoy

Fólkavøksturin kemur ikki bara teim stóru men eisini teim smáu kommununum til góðar

Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 52.756. Tað er vaksið við 827 fólkum ella við 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Runavíkar, Eystur, Klaksvíkar, Nes, Kvívíkar, Vága, Eiðis, Sjóvar og Vágs kommunum. Lutfalsliga var eisini stórur vøkstur í Skopunar og Sands kommunum.

x

Kommunal fíggjarviðurskifti fyri hvønn íbúgva í 2019

Í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya yvir fíggjarstøðuna hjá kommununum, ið er dagførd til og við 2019, sæst, hvat hvør kommuna hevur av útreiðslum til rakstur og til íløgur. Eisini hvat kommunurnar hava av skattainntøkum, ogn og skuld. Tølini eru eisini fyri hvønn íbúgva í kommununi, so tølini kunnu samanberast frá einari kommunu til aðra.

x

Gistingarhúsini mistu 11% frá føroyingum, 22% frá dønum og 75% frá øðrum útlendingum

Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingarnáttum á gistingarhúsunum slakar 72-túsund, samanborið við góðar 138-túsund sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking við sløkum 67-túsund ella 48%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, men tað hevur verið frægari síðani juli og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.

x

Arbeiðsloysið 1,5% í august

Í august var arbeiðsloysið 1,5%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.

v

Útflutningurin minkaður 7 % higartil í ár

Minni er útflutt av laksi og toski og meira av uppsjóvarfiski

innfl

Innflutt fyri 5,2 mia. higartil í ár

Innflutningurin vaks 335 mió. kr. ella 7% fyrstu 8 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.

Gistingarhús

Prísurin á brenniolju veksur og bíligari er at gista

Brúkaraprísirnir fyri triðja ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til annan ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til annan ársfjórðing er brúkaraprístalið økt 0,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 0,2 prosent.

x

26.900 løntakarar í september – 1% fleiri enn í fjør

Vøkstur er framvegis í løntakaratalinum, men tað veksur spakuligari enn tað hevur gjørt.

Undirsjóvartunnil

Størsti fólkavøkstur báðumegin komandi undirsjóvartunnilin

Tann 1. septembur í ár var fólkatalið 52.703. Tað er vaksið við 768 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.

th

Borgarar í høvuðsstaðarkommununi havt hægstu inntøkuna seinastu 10 árini

Inntøkan hjá borgarunum i Tórshavnar kommunu hevur nærum hvørt ár síðani 2009 verið hægst, men kunoyingar bjóða av.

Mynd til grein

Smásølan vaksin undir koronu

Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við sama ársfjórðing í fjør, var umsetningurin fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og húsbúnað og húsarhaldsútgerð heili 14 prosent hægri, meðan umsetningurin fyri klædnavørur og fótbúnað var 7 prosent hægri.

sl

Gott 7.000 færri gistinætur í august í ár

Gistingarhagtølini eru nú dagførd til og við august 2020

tunnil

Meginøkið veksur

Hvussu hevur gongdin verið í fólkatalinum í tíni bygd og kommunu seinastu 10 árini? Hvussu er fólkasamansetingin nú millum ung og gomul, mannfólk og konufólk? Nú kommunuvalið nærkast fer Hagstova Føroya komandi tíðina at seta sjóneykuna á kommunurnar.

Innflutningur

Innflutningurin vaksin 5% í ár

Innflutningurin vaks 5% fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Telja vit ikki skip og flogfør við, so er ongin vøkstur.

Útflutningur

Útflutningurin er minkaður 10 % higartil í ár

Útflutningurin av fiskavørum minkaði næstan hálva mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 10%

Byggivinna

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 2,6 prosent í 2018

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var góðar 19,7 milliardir krónur í 2018. Tað eru 500 milliónir krónur meira enn í 2017 og ein vøkstur á 2,6 prosent, ið er nakað minni vøkstur enn árini frá 2013 til 2017. At vøksturin ikki er eins stórur í 2018 í mun til hesi árini undan skyldast einamest minni virðisøking í alivinnuni.

dreingir

Framvegis fólkavøkstur, men við minni ferð

Tann 1. august í ár var fólkatalið 52.816. Tað eru 733 fleiri fólk enn 1. august í fjør. Fólkatalið vaks sosatt 1,4%.

hb

Gistingarhúsini á veg uppaftur í juli eftir stóra fallið í vár

Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingum á gistingarhúsunum 45.577, samanborið við 99.942 sama tíðarskeið í fjør. Minkingin er 54%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, meðan ikki er so stórur munur á juli nú og í árunum frammanundan.

n

Jónas og Óðin hjá dreingjum og Lea og Vón hjá gentum vóru best umtóktu nøvnini hjá føddum í 2019

Nógv nýggj nøvn eru ovast hjá teimum, ið vóru fødd í 2019, bæði hjá gentum og dreingjum.

Nøvn

Enn eru Maria og Anna ovast hjá konufólki og Jákup og Jógvan hjá mannfólki - hóast stórar broytingar í fólkanøvnunum

Maria og Anna eru ikki til at vika sum vanligastu konufólkanøvnini, eins og Jákup og Jógvan hjá mannfólkunum. Men nýggjari nøvn koma longur og longur upp á listan. Hetta vísir yvirlitið við fornøvnum hjá okkum øllum, ið vóru búsett í Føroyum 1. januar 2020.

Spritt

Nøgdin av spritti vaksin 1.400%

Innflutta nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400% frá mars til juni í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Nøgdin av máling vaks 20% hesar mánaðirnar.

Útflutningur

Útflutningurin fyrra hálvár var 10% minni enn í fjør

Útflutningurin av fiskavørum minkaði góðar 400 mió. kr. fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Koronukanningar

875 milliónir í lønum í juli - skjót uppgongd eftir fallið í apríl og mai

Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli. Tað eru góðar 25 milliónir ella 3% meira enn sama mánað í fjør. Eins og fyri løntakararnar benda seinastu uppgerðirnar fyri lønargjaldingarnar á eina V-gongd við skjótari uppgongd í lønunum eftir fallið í apríl og mai, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.

Koronukanningar

27.300 løntakarar í juli — bendir á V-gongd heldur enn U-gongd

Í juli vóru gott 27.300 løntakarar í Føroyum. Seinastu teljingarnar benda á eina V-gongd við alsamt skjótari uppgongd í løntakaratalinum eftir fallið í apríl, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.

Koronukanningar

Ferðin í fólkavøkstrinum minkað eitt vet

Tann 1. juli í ár var fólkatalið 52.656 og vaks sostatt við 813 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2019 – 1. juli 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Samanbera vit fyrra hálvár 2020 við sama tíðarskeið í fjør, minkar tann stóri fólkavøksturin bert eitt lítið vet.

lax

Útflutningurin er minkaður

Útflutningsvirðið minkaði 19% teir tríggjar mánaðirnar frá mars til mai, og útflutta nøgdin er minkað 29%.

k4

Munandi minni brúkt uppá brennievni

Innflutningurin fyri mai er nú uppgjørdur. Sostatt hava vit tøl fyri innflutningin teir tríggjar mánaðirnar mars - mai í ár, tá korona rakti føroyska samfelagið.

Bilar

Lægri prísur á brenniolju størstu ávirkan á brúkaraprístalið

Brúkaraprísirnir fyri annan ársfjórðing eru dagførdir, og vísa tølini hesaferð, at í miðal eru prísirnir lækkaðir, bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til fyrsta ársfjórðing er brúkaraprístalið lækkað 0,9 prosent og í mun til sama ársfjórðing í fjør, eru brúkaraprísirnir í miðal lækkaðir 0,1 prosent.

Sandágerð

Góðar 840 milliónir í lønum juni

Góðar 840 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juni. Tað eru 13 milliónir ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør.

Hotel Brandan

26.500 løntakarar í juni - veksur aftur eftir fallið í apríl

Í juni vóru góðir 26.500 í løntakaraskaranum. Løntakaratalið veksur aftur eftir fallið í apríl, serliga tí at privata tænastuvinnan nú fótar sær aftur. Tað er eisini ymiskt hvussu økini í landinum hava verið rakt - serliga Sandoyar økið hevur verið minni rakt enn hini økini í landinum.

Fólkatal

Fólkatalið 1. juni var 52.562

Tann 1. juni í ár var fólkatalið 52.562 og vaks sostatt við 830 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juni 2019 – 1. juni 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 563, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum. Nógv størsti vøksturin er í Tórshavnarøkinum.

fv

Avreiðingar eftir nýggjum leisti – alt við

Uppgerðin fyri avreiðingar, verður skipað eftir nýggjum leisti. Nú verða allar avreiðingar tiknar við, uttan mun til fiskaslag og viðgerð umborð.

Is

Konjunkturbarometrið fellur

Tølini frá konjunkturkanningini fyri juni eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Tær fimm kanningarnar eru gjørdar um hálvan juni og eftir at koronu-farsóttin hevði herjað í góðar tríggjar mánaðir, og kunnu hesar kanningarnar sammetast við kanningar gjørdar stutt áðrenn koronu-farsóttin kom til landið. Hesaferð er treystitalið munandi lægri í mun til seinastu mongu kanningarnar. Onnur nýliga dagførd hagtøl vísa, í hvønn mun áleikandi altjóða heilsukreppan rakar føroyska samfelagið og búskapin, og júst gjørdu kanningarnar vísa, hvussu brúkarar og fyritøkur meta um fíggjarligu og búskaparligu støðuna og útlitini.

klaedir

Sølan av klæðum og fótbúnaði minkað nærum 10 prosent

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 1. ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Seinastu tølini vísa, at umsetningurin fyri klæðir og fótbúnað var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing 2020 samanborin við umsetningin 1. ársfjórðing 2019, meðan umsetningurin av matvørum og húsbúnaði er vaksin ávikavist 12 og 7 prosent.

X

Hvør føroyingur vitjar kommunulæknan í miðal tríggjar ferðir um árið

Samlaða talið av viðtalum í 2019 var stívliga 166-túsund, ið var gott 4% fleiri enn árið fyri. Av teimum 166-túsund viðtalunum vóru gott 4-túsund viðtalur hjá fólki, sum búgva uttanlands.

lsh

Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum – við krabbameini er óbroytt

Síðstu tjúgu árini er livialdurin øktur munandi, eins og stórar broytingar eru í teim orsøkum, vit doyggja av.

Flogvøllurin

25.700 løntakarar í mai - framvegis langt frá støðinum undan koronu

Í mai vóru góðir 25.700 í løntakaraskaranum. Tað er framvegis langt frá støðinum undan koronu. Hóast tað, eru løntakaratølini í mai nakað frægari enn í apríl.

folk

Fólkatalið nærkast 52.500

Tann 1. mai í ár var fólkatalið 52.484 og vaks sostatt við 834 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2019 – 1. mai 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 567, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

innfl

Innflutningurin minkaði í apríl

- innflutningurin minkaði 23% samanborið við apríl í fjør.

utfl

Triðing minni útflutt í apríl

Útflutningurin í apríl var ein triðing lægri enn í apríl í fjør.

Korona

800 milliónir í lønum í mai - stígur komin í

Góðar 800 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í mai. Tað eru knappar 25 milliónir minni enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini, er steðgaður upp. Eins og í apríl sæst fallið serliga í privatu tænastuvinnunum.

Elduvík

Yvirlit yvir inntøkubólkarnar í 2018

Her eru talvur sum vísa tal av persónum í ymiskum inntøkubólkum. Við í teljingini eru øll, sum eru 15 ár og eldri.

Nólsoy

Inntøkubýtið óbroytt í Føroyum

Fimtingslutfallið og gini-talið standa í stað.

Mynd

10,1% í fátækraváða í 2018

Gott 5.000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru undir fátækraváðamarkinum í 2018.

a

Inntøkuhagtøl dagførd

Tøl og hagtalsmát um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførd við 2018.

bf

Útflutningurin til Kina nógv minkaður 1. ársfj.

Útflutningurin í mars var 100 mió. kr. lægri enn í mars í fjør. Hyggja vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum, er minkingin 50 mió. kr., sum er 8%.

sprit

Innflutt fyri 719 mió. kr. í mars

- Vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør

Korona-klipp

Stórt fall í løntakaratalinum í apríl

Í apríl vóru slakir 25.300 løntakarar. Tað er serliga í privatu tænastuvinnunum, at fallið sæst best.

Børn í SMS

Fyrsti koronumánaðurin broytti ikki góðu gongdina í fólkatalinum

Nú mars sum fyrsti mánaðurin við avmarkandi koronu-átøkunum er komin við í nýggjastu uppgerðina av fólkatalinum, sæst at flytingin millum Føroyar og útlond er minkað nakað. Serliga er fráflytingin minkað, so gloppið millum tilflyting og fráflyting er vaksið. T.v.s. at nettotilflytingin er økt nakað og góða gongdin í fólkatalinum heldur fram.

Korona

845 milliónir í lønum í apríl - vøksturin steðgar upp

Tað vórðu knappar 845 milliónir útgoldnar í lønum í apríl. Tað eru bara 4 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini steðgar upp. Serliga sæst eitt fall í privatu tænastuvinnunum.

dv

Brúkaraprísirnir eru í miðal hækkaðir 1,1 prosent seinasta árið

Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 1. ársfjórðing í ár, og vísa nýggjastu tølini, at brúkaraprísirnir seinasta árið í miðal eru hækkaðir1,1 prosent, ið er umleið sami árligi miðalvøksturin, sum hevur verið staðfestur seinastu 3 árini.

Løgregla

Færri fongslað, men fleiri brot á rúsevnis-, arbeiðsverndar- og vápnalóg

Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men brotini á rúsevnislóg, arbeiðsverndarlóg og vápnalóg eru blivin fleiri.

Bilar

Ferðsluóhappini fækkað niður um helvt síðstu 20 árini

Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðstu 20 árini, har ferðsluóhappini eru fækkað niður um eina helvt, fólkaskaðar í ferðsluni eru fækkaðar enn meir og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring.

x

Stór minking í flestu revsimálum – uttan í siðamisbrotum

Revsilógarmálini eru fækkaði meir enn eina helvt seinastu 12 árini, úr 1100 í 2007 til eini 500 í fjør. Minkingin er stór á flestu økjum – uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemi hjá løgregluni.

x

Útflyta fyri 9,7 mia. kr.

Tølini fyri útflutningin til og við februar mánað eru nú gjørd upp. Tey vísa at 12-mánaðarskeiðið mars 19- februar 20 útfluttu vit fyri fyri 9,7 mia. kr.

x

Innflutt fyri 8,4 mia. kr.

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mar. 19-feb. 20) var 8,4 mia. kr. Tað er 700 mió. kr. meir enn undanfarna skeið.

Poding

Knappar 880 milliónir í lønum í mars - 8% vøkstur í mun til í fjør

Enn síggjast avleiðingarnar av koronafarsóttini ikki í samlaðu lønargjaldingunum. Í privatu tænastuvinnunum, serliga innan gistihús og matstovuvirki og innan handil og umvæling, kann óvanlig niðurgongd tó staðfestast fyri marsmánað.

Tórshavn

Vit vóru 52.337 tann 1. mars - og vøksturin heldur fram

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 52.337 og vaks sostatt við 841 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mars 2019 – 1. mars 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopi á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 568, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

x

Føroya Rættur, Fútarætturin og Skiftirætturin síðstu 20 árini

Rættarmálini eru nógv og fjølbroytt, eini 2.000 sakarmál í Føroya Rætti í fjør, eini 2.400 mál í Fútarættinum og eini 550 í Skiftirættinum. Haraftrat eini 80 í Yvirfriðingarnevndini.

mt

12.700 tinglýsingarskjøl í fjør - 9.000 um fastogn og 3.700 um akfør o.a. leysafæ

Í fjør vórðu um 12.700 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er nakað tað sama sum tey fýra árini frammanundan.

x

Flestu sethúsasølurnar á bygd, men meir enn dupultur prísur í høvuðsstaðnum

Í fjør vóru flestu sethúsini seld á bygd og minni enn ein triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var nógv meir enn tann dupulti av prísinum á bygd.

x

Arbeiðsloysið 1,1% í januar

Í januar var arbeiðsloysið 1,1%. Sama mánað í 2019 var tað 1,3%.

x

Landbúnaðarframleiðslan á leið tann sama síðstu 10 árini

Framleiðslan í landbúnaðarvinnuni hevur verið støðug síðstu tíggju árini. Í 2010 var mjólkarframleiðslan 7,1 mió. litrar frá 919 mjólkkúm. Í 2019 var hon 7,4 mió. litrar frá 1.116 mjólkkúm. Framleiðslan av neytakjøti var 49 tons frá 172 neytum í 2010. Í 2019 var framleiðslan 50 tons frá 193 neytum.

matur

Innan smásølu er umsetningurin av matvørum vaksin mest

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing 2019. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við somu tøl fyri 4. ársfjórðing 2018, er umsetningurin fyri matvørur og klæðir vaksin við ávikavist 6,5 og 4,1 prosentum, meðan sølan av húsbúnaði er minkað við 5 prosentum.

x

Grindirnar verða líðandi færri og smærri

12 grindir løgdu beinini í fjør, samanborið við 10 í 2018. Gongdin síðstu nógvu árini er tann, at talið av grindum minkar spakuliga og at grindirnar vera smærri. Kortini góvu grindirnar í fjør eini 200 tons av tvøsti og 180 tons av spiki.

x

Stórar broytingar í vinnugreinunum á arbeiðsmarknaðinum síðstu fimm árini

Nú løntakararnir fyri 2019 eru gjørdir upp, hava vit hugt nærri at broytingum í einstøku vinnugreinunum tey seinastu árini.

x

Útfluttu fyri 9,8 mia. kr.

Tølini fyri útflutningin til og við januar mánað eru nú gjørd upp. Tey vísa at 12-mánaðarskeiði feb19-jan20 útfluttu vit fyri fyri 9,8 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið frammanundan er talan um vøkstur á 1,4 mia. kr. ella 17%

x

Innfluttu fyri 8,4 mia. kr.

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 19-jan.20) var 8,4 mia kr. Tað er hálv mia. kr. meir enn undanfarna skeið.

x

Góðar 890 milliónir í lønum februar - vøksturin stendur við

Í februar vóru góðar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 55 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

x

28.060 løntakarar í desember – løntakaratalið veksur spakuligari

Vøkstur er framvegis í løntakaratalinum, men tað veksur spakuligari enn tað hevur gjørt.

x

Fólkavøksturin viknar ikki – 835 aftrat síðstu 12 mánaðirnar

Tann 1. februar í ár var fólkatalið 52.199 og vaks sostatt við 835 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2019 – 1. feb. 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 562, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

x

Fosturtøkurnar ein fjórðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani

Í 2019 vórðu 21 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støði, sum hevur verið seinastu 5 árini. Tá talið var størst seinni helvt av 1980-unum, var tað meir enn 80 fosturtøkur um árið og er sostatt nú um ein fjórðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.

x

Føroyska arbeiðsfjøldin er framvegis tann virknasta í Europa

Av teim stívliga 37.100 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru eini 31.700 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru út við 5.500.

kavi

Stórur vøkstur hjá gistingarhúsunum í fjør

Tað vóru 168.000 skrásettar gistinætur á gistingarhúsum í 2019. Tað eru 16.500 ella 11% fleiri enn í fyrra ári. Hetta er størsti vøkstur síðani byrjað varð at skráseta fyri sjey árum síðani. Av gistingunum vóru tær flestu hjá ferðafólki úr Danmark við 30%.

h

Innflutningurin tvífaldaður síðan 2009

Í 2019 innfluttu vit fyri 8,1 mia. kr. av vørum. Hetta er tað mesta, sum er innflutt eitt ár, og fyrstu ferð at árligi innflutningurin er oman fyri 8 mia. kr. Samanborið við 2018 er vøksturin 400 mió. kr. ella 5%.

x

Útflyta laks fyri meir enn 4 mia. kr.

Samlaði útflutningurin í 2019 var 9,5 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr. ella 19%

x

Fólkatalið vaks við 822 fólkum í 2019

Tann 1. januar í ár var fólkatalið 52.124 og vaks sostatt við 822 fólkum í árinum 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 550, ið svarar til tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

aling

Rakstrarúrslitið fyri allar vinnur er hækkað við yvir 1 milliard krónum frá 2015 til 2017

Vinnuroknskaparhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd og vísa, at samlaða úrslitið áðrenn kapitalpartar fyri allar vinnur vaks við yvir 76% eftir tveimum árum frá 2015 til 2017. Hóast úrslitini í 2012 og 2015 vóru lægri enn árini fyri, hava úrslitini síðani 2010 verið støðugt vaksandi og positiv øll árini.

ls

Konjunkturbarometrið gongur upp í mun til seinastu 5 kanningarnar

Tølini frá konjunkturkanningini fyri januar eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Treystitalið hesaferð er væl hægri enn talið seinastu 5 kanningarnar.

PM

Nettoognin uttanlands er nógv vaksin

Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2017, og vísa dagførdu tølini millum annað, at føroyska nettoognin í útlandinum í 2017 var á hædd við nettoognina innan fíggjarkreppuna fyri umleið tíggju árum síðan. Nettoogn føroyinga uttanlands var 5,7 mia. kr. í 2017 og árini frá 2015 til 2017 vaks ognin 5 mia. kr. og skuldin minkaði 1,3 mia. kr. Sostatt vaks nettoognin í útlandinum umleið 6,3 mia. kr. eftir tveimum árum.

x

Yvirskotið á rakstrarviðskiftinum við umheimin metstórt í 2016 og 2017

Nýggja uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans vísir metstórt avlop árini 2016 og 2017. Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

x

Arbeiðsloysið 0,9% í november

Í november í fjør var arbeiðsloysið 0,9%. Sama mánað í 2018 var tað 1,2%.

ff

Væl minni av toski varð avreiddur í 2020

Í fjør varð væl minni avreitt av toski fiskaður í føroyskum øki í mun til 2019. Nøgdin fall úr góðum 20 túsund tonsum í 2019 niður í góð 9 túsund tons í fjør, sum er meira enn ein helvtar minking – 53,5%.

x

Nógv meira av toski og hýsu avreidd í 2019

Frá aldarskiftinum fram til 2007 var miðal avreiðingarnøgdin tilsamans góð 125 túsund tons. Síðan 2013 hevur veiðan, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 73 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 85 túsund tons, sum er eitt vet betri enn í 2018, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd.

x

Útflyta fyri 9,4 mia

12-mánaðarskeiði des. '18-nov. '19 útfluttu vit fyri fyri 9,4 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr.

x

Innflutt fyri oman fyri 8 mia. kr.

Innflutningurin var oman fyri 8 mia. krónur 12-mánaðarskeiði (des. '18-nov. '19)

x

Brúkaraprísirnir eru í miðal øktir 1,3 prosent í 2019

Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 4. ársfjórðing 2019, og sostatt kann miðal vøksturin í brúkaraprísum fyri 2019 samanberast við 2018. Frá 2018 til 2019 hækkaði brúkaraprístalið í miðal 1,3 prosent.

x

Fólkatalið var 52.067 tann 1. desembur

Tann 1. desembur í fjør var fólkatalið 52.067 og vaks sostatt við 807 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. des. 2018 til 1. des. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 271 og eini nettotilflyting á 536.

x

27.900 løntakarar í oktober – javnur vøkstur í løntakaratalinum

Í oktober vóru góðir 27.900 løntakarar í Føroyum. Tað eru næstan 850 fleiri í mun til sama mánað í fjør.

x

Góðar 10 mia. útgoldnar í lønum í 2019 - vøksturin er 6,8%

Í 2019 vóru góðar 10 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 6,8% í mun til 2018. Vøksturin í lønargjaldingunum er støðugur.

grønt

Umsetningurin fyri matvørur vaksin 5 prosent seinasta árið

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri triðja ársfjórðing 2019 í trimum yvirskipaðum vørubólkum.

x

Arbeiðsloysið 0,8% í oktober - lága arbeiðsloysi stendur við

Í oktober var arbeiðsloysið 0,8% og er nú aftur metlágt. Lægsta arbeiðsloysið varð annars mált mánaðin fyri, tá var tað 0,9%.

toskur

Avreiðingarnar dagførdar til november 2019

Uppgerðin av avreiðingunum fyri ellivu mánaðir í 2019 er til taks í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

a

Handilsjavnaavlopið 1,2 mia. seinasta árið

Seinasta árið (nov. 18-okt.19) innfluttu vit vøru fyri 8,1 mia. kr. árið fyri innfluttu vit fyri 7,6 mia. Somu tíðarskeið útfluttu vit fyri ávikavist 9,3 og 8 mia. kr. Sostatt var avlopið av uttanlandshandlinum við vørum 1,3 mia. seinasta árið mótvegis 400 mió. árið fyri. Tað er ein vøkstur í innflutninginum á 7% og í útflutninginum á 17%

x

Fólkatalið aftur á 52-túsund

Eftir minkingina í heyst, tá nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum, er fólkatalið nú komið uppaftur á 52-túsund.

x

Knappar 870 milliónir í november - vøksturin í lønargjaldingunum stendur við

Í november vóru knappliga 870 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

x

Arbeiðsloysið 0,9% í septembur - nú søguliga lágt

Vit skulu aftur til juni í 2008, tá arbeiðsloysið seinast var so lágt sum nú. Tá var arbeiðsloysið 1,1%.

x

Nýggj hagtalsuppgerð um virksemið í kommunulæknaskipanini

Út frá upplýsingum, Hagstova Føroya hevur fingið frá Heilsutrygd, kunnu vit nú gera nøkur samanfatandi hagtøl um virksemið í kommunulæknaskipanini, sum ikki hava verið gjørt áður. Upplýsingarnar fevna um virksemið trý tey síðstu árini 2016 – 2018 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, eftir vakttíð og eftir aldri og kyni.

a

Avreiðingarnar dagførdar til oktober 2019

Uppgerðin av avreiðingunum januar til oktober 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

a

Nýggjastu tølini vísa aftur vøkstur í útflutninginum

12-mánaðarskeiði okt. 2018 til sep. 2019 útfluttu vit fyri beint oman fyri 9 mia. kr. Tað er ikki hent fyrr at árligi útflutningurin er farin uppum 9 mia.

a

Innflutt skip fyri meir enn hálva milliard

Innflutningurin vaks hálva mia. kr seinasta árið (okt. 18-sep.19), samanborið við undanfarna ár.

g

Stórur men sera ójavnur fólkavøkstur um landið

Fólkatalið vaks við 875 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. okt. 2018 til 1. okt. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 280 og eini nettotilflyting á 595 fólk. Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, størstur í Eysturoy, Vágum og Tórshavnarøkinum, nakað minni í Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy.

x

Stívliga 28.100 løntakarar í august – vøksturin heldur fram

Í august vóru stívliga 28.100 løntakarar í Føroyum. Tað eru 750 fleir í mun til august-mánað í fjør.

Knappar 890 milliónir í oktober - støðugur vøkstur í lønargjaldingunum

Knappar 890 milliónir í oktober - støðugur vøkstur í lønargjaldingunum

Í oktober vóru knappar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 75 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

x

Arbeiðsloysið 1,1% í august - lága arbeiðsloysið stendur við

Arbeiðsloysið var 1,1% í august samanborið við 1,5% í august í fjør. Lága arbeiðsloysið stendur við og tykist at vera komið í fasta legu.

x

Væl meira av toski og hýsu avreidd higartil í ár

Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

x

Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Vágum og Tórshavnarøkinum

Vøksturin í fólkatalinum á 938 fólk, sum var í ársskeiðinum 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019, er størstur í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, í Vágum og í Tórshavnarøkinum. Hálvt so stórur er vøksturin í Norðoyggjum, Streymoyarøkinum uttan høvuðstaðin og í Suðuroy. Í Sandoyar sýslu stendur mest sum í stað.

x

Umsetningurin í handilsvinnuni er vaksin mest fyri matvørur

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum. Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð.

x

Vøruinnflutningur og -úflutningur eru dagførd til august 2019

Vøruinnflutningur og -útflutningur eru dagførd til august 2019.

x

Brúkaraprísirnir eru farnir 0,9 prosent upp seinasta árið

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, og er árligi vøksturin hesaferð á hædd við miðal prísvøksturin seinastu 3 árini. Annan ársfjórðing var árligi vøksturin 1,8 prosent, ið er hægsti vøkstur í brúkaraprístalinum seinastu 7 árini.

x

Metstórur fólkavøkstur frá 1. sept. í fjør til 1. sept. í ár

Fólkatalið vaks við 938 fólkum seinasta 12-mánaðar skeiðið frá 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019. Tað er tað mesta nakrantíð í einum ársskeiði og svarar til ein vøkstur á 1,8%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 288, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini metstórari nettotilflyting á 650, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

x

Fyrstu ferð upp um 28.000 løntakarar - fleiri leggjast afturat skaranum

Í juli vóru stívliga 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 650 fleir í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000.

x

Knappar 850 milliónir í september - støðugur vøkstur í lønargjaldingunum

Í september vóru knappar 850 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 80 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

x

Arbeiðsloysi 1,3% í juli - liggur í einari legu

Arbeiðsloysi var 1,3% í juli samanborið við 1,7% í juli í fjør. Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2%.

x

Hvussu er fólkatalið broytt millum bygdir og býir síðstu tíggju árini?

Hvussu hava seinastu tíggju árini roynst í fólkatali í ymisku bygdunum og býunum úti um landið? Í eini tíð við fólkaminkingini 2010-2014 og síðani stóra fólkavøkstrinum 2014-2019? Tað hevur verið ymiskt. Flesta staðni við stórum vøkstri, serliga í miðøkinum, men aðra staðni eru tey dragnaði afturút, serliga í útjaðaranum. Tað greina talvurnar í hesum yvirliti.

x

Avreiðingarnar dagførdar til august 2019

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

x

4.500 fleiri gistingar hjá gistingarhúsunum fyrra hálvár

Tað vóru 73.220 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum fyrra hálvár 2019. Tað eru 4.467 ella 6,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

x

Vøruinnflutningur og -úflutningur eru dagførd til juli 2019

Vøruinnflutningur og -útflutningur eru dagførd til juli 2019. Útgreinað hagtøl um uttanlandshandilin eru at finna í hagtalsgrunninum.

x

Fólkatalið var 52.122 tann 1. august

Tann 1. august í ár vóru vit farin upp um 52-túsund fólk í Føroyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár frammanundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð.

x

Góðir 27.700 løntakarar í juni - støðugt fleiri leggjast afturat

Í juni vóru góðir 27.700 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 600 løntakarar fleiri i mun til juni-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.

x

Knappliga 27.600 løntakarar í mai - støðugt fleiri leggjast afturat

Í mai vóru knappliga 27.600 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 700 løntakarar fleiri i mun til mai-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.

Fólkatal

Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars

Fólkatalið er vaksið við 846 fólkum ella 1,7% seinasta árið