Ognar- og landsjørð

Landsjørð er jørð, sum tað almenna eigur, og ognarjørð er jørð, sum fólk eigur. Landsjørð verður eisini nevnd kongsjørð ella bara kongs og ognarjørð óðalsjørð.

Markatalsbygdirnar eru upprunabygdirnar í Føroyum. Hesar bygdirnar eru 85 tær elstu, ið eru nevndar í gomlum jarðarbókum. Tær bygdir, ið ikki eru markatalsbygdir, eru niðursetubygdir og eru yngri búsetingar enn markatalsbygdirnar.

Ognar- og landsjørð verður uppgjørd í mørkum, gyllin og skinnum. Ymiskt er, hvussu stórar merkur eru, tá hesar vera roknaðar í fermetrum. Tó er altíð galdandi, at 1 mørk er 16 gyllin, og 1 gyllin er 20 skinn.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Roknað av heilum mørkum
Viðm.: Roknað av heilum mørkum