Ferðavinna

Ferðavinnan verður mátað sum tal av gistingum á gistingarhúsum, í íbúðum/húsum, á kampingøkjum og ból & bita umframt sum ferðafólkaflutningur.

Orðalýsingar:

  • Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.
  • Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.
  • Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Mánaðarlig tøl