Smásøluvísitøl

Smásøla er søla hjá handlum til privata nýtslu og er býtt í tríggjar vørubólkar. Smásøluvísitalið lýsir gongdina í umsetninginum í ársins prísum og føstum prísum, t.e. gongdin reinsað fyri prísvøkstur og lýsir tí broytingar í seldum mongdum.

Vørubólkarnir eru:

  • Matur og alkoholfríar drykkjuvørur
  • Klædnavørur og fótbúnaður
  • Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
  • Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri