Arbeiðsfjøld

Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kann veita arbeiðsmegi.

Arbeiðsfjøldin fevnir um tveir bólkar,

  • Arbeiðsvirkin eru tey, sum eru løntakarar, eru fyribils úr arbeiði ella arbeiða fyri seg sjálvan. Tey arbeiða fyri løn, vinning ella feingi
  • Arbeiðsleys eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur.

Orðalýsingar:

  • Vinnuliga óvirkin eru tey uttan fyri arbeiðsfjøldina, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. 
  • Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.v.s. frá 15 til og við 74 ár.
  • Feingi er vøru- ella gerðabýti ella annar ágóði, ið ikki er peningur

Sí eisini síðurnar Løntakarar, Arbeiðsloysi og Lønargjaldingar.

Hagtølini um arbeiðsfjøldina stava frá arbeiðsfjøldarkanningum, ið eru viðtalskanningar gjørdar í novembur á hvørjum ári. Hesi tølini eru ein løtumynd av støðuni á arbeiðsmarknaðinum.

Øll tøl eru upproknað og rundað til næstu heili tíggju. Tað ber tí ikki til at eftirrokna samanteljingar ella t.d. at finna talið á arbeiðsleysum sum munin millum arbeiðsfjøld og arbeiðsvirkin.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri