Útflutningur av vørum
19. Mai 2026
Fiskavøruútflutningurin farin uppum 13,2 milliardir krónur

Samlað varð útflutt fyri næstan 14 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá apríl 2025 til mars 2026. Tað eru 1,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin nærum 1,7 milliardir krónur, ella 14,3 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks 477 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 8,3 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks við meira enn 24 túsund tonsum, ella 26,7 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 343 milliónir krónur, ella 29,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 5 prosentum.

 

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, Miðeysturs, "Asia annars" og til "Afrika annars". Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 243 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri góðum 65 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við góðum 1,3 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Niðurlond vaksin við 288 milliónum krónum, og til Spania við 258 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður knappar 78 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 136 milliónum krónum.

[px-graph-4]

Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Danmark, Bretland, Russland, Niðurlond og Kina. Árligi útflutningurin til Kina er júst farin upp um eina milliard krónur. Útflutningurin vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fýrfaldaður frá umleið 20 til 80 milliónir krónur um mánaðin. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.   

[px-graph-5]

PX Web Graph News