Parliamentary Act (Faroese only)

Løgtingslóg um Hagstovu Føroya

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg :
§ 1. Sum høvuðsmyndugleiki fyri hagfrøðiligum virksemi í Føroyum verður Hagstova Føroya sett á stovn.
Stk. 2. Hagstova Føroya:
1. savnar, viðger og almannakunnger hagtøl um samfelagsviðurskifti,
2. kann átaka sær at savna, viðgera og almannakunngera hagtøl fyri kommunur, feløg, fyritøkur o.o.,
3. stendur fyri ella er við til at skipa og gagnnýta hagskráir hjá almennum myndugleikum, ið verða nýttar í almennu fyrisitingini og í vinnuni, og sum kunnu nýtast til hagfrøðilig endamál,
4. kann veita stuðul viðvíkjandi hagtølum til nevndararbeiði o.t.,
5. kann gera hagfrøðiligar greiningar og forsagnir og
6. hevur altjóða hagtalssamstarv undir hond.
Stk. 3. Hagstova Føroya skal annars eftir boðum frá landsstýrismanninum í Búskaparmálum standa fyri at útvega landsfyrisitingini og lóggávuvaldinum hagtøl. Løgtingsins millumtinganevndir, ið eru fíggjarnevndin, marknaðarnevndin og fiskivinnunevndin, kunnu hava beinleiðis samband við Føroya Hagstovu.
Stk. 4. Ætlar almennur myndugleiki ella stovnur at fara undir at savna og viðgera hagtøl, skal Hagstova Føroya hava boð um hetta, so samrátt kann verða um samskipan.
Stk. 5. Til tess at samskipa hagtalsvirksemi í Føroyum, skal Hagstova Føroya skjótast gjørligt, eftir at lógin er komin í gildi, útvega upplýsingar um hagtalsvirksemi hjá almennum stovnum og myndugleikum.
§ 2. Hagstova Føroya er ein sjálvstøðugur stovnur undir leiðslu av einum stjóra.
Stk. 2. Føroya Landsstýri setir stjóran.
Stk. 3. Stjórin velur, raðfestir og fyriskipar arbeiðsuppgávurnar á Hagstovu Føroya í samsvar við ásetingarnar í § 1, stk.2 og ásetir leiðbeiningar fyri teir samskipanarspurningar, ið nevndir eru í § 1, stk. 4 og 5, og fyri samskipan av almennum og óalmennum hagtølum.
Stk. 4. Uppskot um fíggjarætlan fyri Hagstovu Føroya sendir stjórin landsstýrinum. Stjórin kann eisini áseta avgreiðslugjøld fyri at útinna tær uppgávur, ið nevndar eru í §1, 2. stk., pkt. 2.

§ 3. Almennir myndugleikar og stovnar skulu í tann mun, tað er ásett í arbeiðsætlanini hjá Hagstovu Føroya eftir áheitan veita tær upplýsingar, teir hava.

§ 4. Hagstova Føroya hevur heimild til at krevja sær allar neyðugar upplýsingar frá einstaklingum, fyritøkum, feløgum og stovnum við heimstaði ella virksemi í Føroyum um tey samfelagsviðurskifti, sum hon skal lýsa smb. § 1, stk. 2.
Stk. 2. Hagstovan hevur heimild til at gagnnýta upplýsingar, ið eru miðsavnaðir hjá fyritøkum, feløgum ella stovnum, so minst møguligt tvíarbeiði verður, og so almenningurin fær minst møguligan ampa.
Stk. 3. Hagstova Føroya kann ikki nýta upplýsingar, sum ikki eru almennar, til annað enn hagfrøðiligar uppgerðir.

§ 5. Tann, sum ikki rættstundis veitir tær upplýsingar, ið verða kravdar av honum eftir § 3 og 4 ella við vilja ella við grovum ósketni veitir rangar upplýsingar, verður sektaður.
Stk. 2. Hevur partafelag, lutafelag e.t. framt brotið, kann felagið verða sektað.

§ 6. Starvsfólk á Hagstovu Føroya hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Hagstovuna og aftan á, at tey eru farin úr arbeiðinum. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast fyri Hagstovuna.
Stk. 2. Tey, sum koma undir hesa tagnarskyldu, skulu skrivliga vátta, at tey hava gjørt seg kunnug við ásetingarnar um tagnarskyldu.

§ 7. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum hevur eftirlit við Hagstovu Føroya.

§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer løgtingslóg nr. 42 frá 30. mai 1963 um búskaparráð úr gildi.

Tórshavn, 7. mai 1991
Jógvan Sundstein (sign.)
varaløgmaður