Accommodation
24. Mar 2025
Kanning í gongd: Stutttíðarleiga til ferðafólk í 2024

Kanningin fer soleiðis fram
Eitt talgilt spurnablað verður sent umvegis MínBoks til úrvaldar útleigarar av stutttíðarleigu í Føroyum. Spurnablaðið hevur 12 spurningar, ið snúgva seg um ymiskt í sambandi við leigumálini, eitt nú seingjarpláss, útleigaðar nætur, ferðafólk, inntøku og rakstrarútreiðslur.
Kanningin fer fram í viku 13, 14 og 15 (26. mars – 9. apríl 2025).
Svarini verða einans nýtt til hagtalsendamál. Tey verða viðgjørd í trúnaði, og ikki deild við aðrar almennar stovnar.
Nýggj ferðavinnuhagtøl
Hagstova Føroya er farin undir at menna ferðavinnuhagtøl eftir altjóða leisti. Endamálið er at gera eitt samanhangandi og sambærligt grundarlag til at lýsa útreiðslur og virðisskapan, sum ferðafólk og ferðavinnuviðkomandi virksemi hava á búskapin.
Eitt øki, sum nýggju hagtølini fevna um, eru ymisk gistingarsløg og teirra rúmføri (kapasitetur). Dømi um gistingarsløg eru: gistingarhús, ból og biti, tjalding, kamping og stutttíðarleiga. Úrslitini frá kanningini verða tískil liður í lýsingini av ymsu gistingarsløgunum, teirra rúmføri og nýtslu í Føroyum.
Stutttíðarleiga verður í stóran mun bjóða út umvegis talgildar pallar sum Airbnb og Booking.com.
Tað er ymiskt hvussu lang tíðarskeið leigumálini vóru tøk ella vórðu útleigaði. Eisini eru leigumálini ymisk í stødd, og fevna um alt frá einum kamari ella sethúsum, til eitt neyst ella ein húsvogn. Úrslitini frá kanningini fara at geva innlit í hesi øki, umframt at vera við til at skapa eina betri fatan av týdninginum av ferðavinnuni og hennara luti í føroyska búskapinum.
Nýggju ferðavinnuhagtølini verða gjørd í samsvar við ásetingar frá Sameindu Tjóðum (Commission of the European Communities), Eurostat, World Tourism Organization (UNWTO) og Organisation for Economic Co-operation and Development (OECD). Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við hagtølini hjá hagstovum í øðrum londum.
Hevur tú spurningar til kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúnu á telefonnummar 352817 ella við at senda ein teldupost til rvh@hagstova.fo.