Population
10. Apr 2026
Knapt 55.200 fólk búðu í Føroyum 1. mars — vøksturin var 0,9%

1. mars búðu 55.177 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 510 fólkum, ella 0,9 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí nettoflytingin var trýfalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og nærkast longu 55.200 fólkum. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

[px-graph-1]

Størri fólkavøkstur 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 298 fólk. Tað eru samanlagt knapt 250 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Nettoflytingin var næstan trýfalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, men eisini tí fleiri fluttu til Føroya. Burðaravlopið var um hálvftrýss størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 45 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

mars

Vaksandi nettoflyting

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er spakuligt vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting. 

[px-graph-3]

Vaksandi burðaravlop

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan ein lítil minking hómast í gongdini í deyðatalinum. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.

[px-graph-4]

Fólkatalið í kommununum 

Um trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva um 23.600 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Klaksvíkar, Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunu. 

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar og Vága kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2025 og 2026.  

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Note: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Note: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Note: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Note: Uppgjørt fyrst í mánaðinum