Employees
09. Sep 2019
Góðir 27.700 løntakarar í juni - støðugt fleiri leggjast afturat

Í juni vóru góðir 27.700 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 600 løntakarar fleiri i mun til juni-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.

x

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í juni vóru um 14.400 menn og 13.300 kvinnur í løntakaraskaranum. 

x

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.

x

Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.

Færri ógreinaðar lønir

Vinnugreinabólkurin "Ótilskilað v.m." í lønargjaldingunum er seinastu árini vaksin spakuliga upp í góðar 16 milliónir krónur árliga. Neyðugt hevur tí verið at greina lønirnar nærri í hesum bólki. Størsti parturin av hesum vísir seg at vera sosialar veitingar, serliga lønarískoyti, ið ikki skal telja við sum løn. Vanliga verður uppgerðin av lønarargjaldingum og løntakarum dagførd fyri seinastu tólv mánaðirnar, men uppgerðirnar hesaferð eru dagførdar frá 2014. Tað hevur tí við sær smærri broytingar í uppgerðunum av bæði lønargjaldingunum og løntakarunum síðani 2014.

Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturút?

Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.