Employees
11. Oct 2019
Fyrstu ferð upp um 28.000 løntakarar - fleiri leggjast afturat skaranum

Í juli vóru stívliga 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 650 fleir í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. 

x

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í juli vóru um 14.650 menn og 13.500 kvinnur í løntakaraskaranum. 

x

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.

Í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast nú gott og væl 10.000 løntakarar, í privatu tænastuvinnum knappliga 9.300, í byggivinnu og aðrari tilvirking 4.500 og í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu 4.300. 

Trendurin vísur, at seinasta árið hevur vøkstur verið í nærum øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Tó hevur lítil og eingin vøkstur verið í bólkinum privatar tænastuvinnur.

Løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum, hevur funnið eina legu, ið telur um 9.000 løntakarar. 

x

Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.

Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturút?

Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.