Wage expenditures
09. Oct 2019
Knappar 850 milliónir í september - støðugur vøkstur í lønargjaldingunum

Í september vóru knappar 850 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 80 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

x

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Í september var parturin hjá monnum knappliga 530 milliónir og 320 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini. Tilsamans eru lønirnar hjá monnum umleið 200 milliónir størri enn hjá kvinnunum mánaðarliga. Í 2014 var munurin smáar 140 milliónir mánaðarliga. 

x

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. 

Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. 

x

Dagførdu lønartølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.